Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, svarar Jón Hestoy
Søgan, ið Jón Hestoy hevur lagt út á miðlarnar um seinastu útgávu okkara, er ósonn.
Sprotin hevur havt ábyrgdina av at framleiða bókina ‘Loysingarpolitikkur í 1940-árunum” og vil ikki hava sitandi á sær, at ikki verður biðið um prenttilboð í Føroyum.
Hvørja ferð ein heilbindsbók er prentklár, biður Sprotin Føroyaprent um tilboð. Sjálvandi eisini í hesum føri.
Sprotin fekk tilboð frá Føroyaprenti 9. desember 2013. Tilboðið hevur nummarið 102964, skuldi Jón havt hug at kanna eftir, hvørji tey røttu tølini vóru.
Tilboðið var ov dýrt, tí varð ikki tikið av. Tað varð boðað Hansinu Brekkstein á Føroyaprenti frá nakrar dagar seinni.
Vit lata enn sum áður marknaðarkreftirnar ráða og prenta, har vit fáa mest fyri peningin. Sama hvat innihaldið í bókini er.
Føroyaprent stóð seg ikki í kappingini. Tað er har, ið frensurin er grivin.
Vit bóðu Føroyaprent um tilboð, men tað var ov høgt.
At vit ikki bóðu aðrar føroyskar prentsmiðjur gera arbeiðið kemst av, at tær klára ikki uppgávuna.
Vit hava í fleiri ár lagt nógvar eins stórar bøkur til rættis. Til dømis Vestmanna søgu, Klaksvíkar søgu og mangar aðrar. Allar eru prentaðar í útlondum, og tað er bara ein einføld orsøk til tað: føroysku prentsmiðjurnar standa seg ikki í kappingini.
Onkrar av stóru bókunum vórðu til dømis lagdar til rættis á ESTRA í Gøtu og sendar haðan út í heim.
Fólk sótu uppi í erva á prentsmiðjuni á Estra og umbrutu og løgdu bøkurnar til rættis. Hví fóru tey ikki niðurundir og prentaðu tær í kjallaranum? Tí Estra hevur ikki útgerðina at gera slíkar bøkur. Tað vita øll í hesi vinnuni.
Men Føroyaprent? Klára tey ikki allar slíkar uppgávur? Nei, Føroyaprent hevur heldur ikki maskinurnar, ið krevjast at gera slíkar heilbindbøkur. Føroyaprent sendur tilfarið til Danmarkar. Har verður ein partur gjørdur og sendur aftur til Føroya. Eyðvitað kostar tað at fáa danir at gera arbeiðið fyri Føroyaprent og sigla tilfarið uppaftur. Við hesum í huga er ikki so ringt at skilja, hví prentsmiðjan ikki stendur seg í kappingini, so leingi marknaðarkreftirnar ráða.
Forlagið Sprotin stendur einsamalt fyri útgávuni Loysingapolitikkur í 1940árunum. Vit hava fingið hesa uppgávu upp hendur, sum vanligt er – sum Vestmanna kommuna, og Klaksvíkar kommuna og fleiri einstaklingar hava latið okkum síni verk upp í hendur.
Mannagongdin er, at vit fáa handrit og myndir og síggja til, at handritini verða rættað, umbrotin og prentað sum bøkur.
Fólkatingsgrunnurin, ið onkur hevur havt hug at draga inn í málið, hevur fingið hetta stórverkið í lag og goldið fyri søgufrøðiliga stórarbeiðið, ið gjørt er. Annars hevur Fólkatingsgrunnurin einki við útgávuna at gera.
Sprotin stendur einsamallur við ábyrgdini, øllum arbeiðinum og øllum prentútreiðslunum. Útgávan er gjørd júst sum allar aðrar, allar tær somu mannagongdirnar eru brúkar, og alt er marknaðarstýrt.