Prestar skulu fáa sekkin

Danska fólkakirkjan er alt ov lagalig við mannligar prestar, sum sýta fyri at arbeiða saman við kvinnuligum prestum. Tað heldur stjórin á Pastoralsemonariet, Mogens Lindhardt. Við Politiken sigur hann, at tíðin er komin til at avtaka undantaksregluna, sum góðtekur, at mannligir prestar kunnu hava samvitskutrupulleikar av at arbeiða saman við kvinnuligum prestum. Mogens Lindhardt sigur, at tað er skeivt, tá summi siga, at kirkjan skal vera so rúmlig, at tað skal eisini vera pláss fyri mannligum prestum, sum ikki vilja arbeiða saman við sínum kvinnuligu starvsfeløgum. Hetta er ein avoldað hugsan, sigur hann og leggur afturat, at prestar, sum ikki vilja arbeiða saman við sínum kvinnuligum feløgum, eiga snøgt sagt at fáa sekkin.