Prestaskifti í Adventistakirkjuni

Leygardagin verður fráfaringargudstænasta í Adventistakirkjuni í samband við at Jens Vilhelm Danielsen leggur frá sær sum prestur og Allan Falk tekur yvir.

Eftir 27 ár sum prestur í Adventistakirkjuni í Havn leggur Jens Vilhelm Danielsen frá sær tann 1. oktober. Hann hevur verið prestur í Føroyum síðani 4. januar 1984. Fráfaringargudstænasta verður 2. oktober kl. 11 í Adventkirkjuni, har tann nýggi presturin, Allan Falk verður hjástaddur.


Aftan á lokna útbúgving í Danmark, Onglandi og USA og eitt styttri skeið sum prestur í Danmark kom Jens Vilhelm til Føroyar sum prestur. Hetta bleiv eitt longri skeið enn vanligt sum prestur á sama stað.


Umstøðurnar at virka sum prestur og kirkja broyttust, tá ið sjónvarpið byrjaði sínar sendingar. Samarbeiðið millum samkomur hevur ment seg rættuliga nógv hetta tíðarskeiði sum t.d. við felagskirkjuligum tiltøkum, sigur Jens Vilhelm Danielsen, ið flytur til Íslands, ið er heimlandið hjá konuni Sonju, sum hevur verið lærari í Adventistaskúlanum í 25 ár.


Nýggi presturin, Allan Falk, fer ikki at hava fastan bústað í Føroyum, men kemur røkja starvið saman við sínum prestastarvi í Danmark.