Prestur og býráðslimur halda røðu

Sunnudagin verður flaggdagshald bæði í Kollafirði og í Havn

Sunnudagin og flaggdagur, og hann verður hátíðarhildin kring landið. Og tað verður hann eisini bæði í Kollafirði og í Kaldbak.

Í Kollafirði verður flaggdagshaldið í í skúlagarđinum klokkan 14, har skótar og ítróttarfólk eisibi eru við og har verður tað Maria Jørdal Niclasen, prestur, sum heldur røðu.

Í Kaldbak byrjar flaggdagshaldið klokkan 16, tá ið skrúðgonga verður frá býlinginum við Á, heim í skúlagarðin, har flaggdagshaldið verður og har verður tað Annfinn Brekkkstein, býráðslimur í Havn, sum heldur flaggrøðuna.

Er veðrið ikki til vildar, verður røðan í skúlanum, og eftir flaggrøðuna verður í hvussu so er ein drekkamunnur at fáa í skúlanum.

Flaggdagshaldið í Kaldbak hevur nú fleiri ár á baki. Tey seinastu árini hevur Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð skipa fyri flaggdagshaldinum, sum vanliga savnar ein stóran part av bygdini.