Prestur: Tak ræðið á tínum egna lívi

- Tú skalt stýra tínum egna lívi. Broyt tað, sum kann broytast, men góðtak tað, sum ikki kann broytast. Tað sigur nýggi sóknarpresturin á Havn, Kristine Stricker Hestbech, sum verður gestur á Rás 2 frá klokkan 11 í dag. Fólk kunnu senda henni spurningar Presturin Kristine Stricker Hestbech er eitt kent navn í Danmark, har hon hevur verið við í sjónvarpssendingum, og nú skulu eisini føroyingar læra kvinnuna at kenna. Kristine Stricker Hestbech fer at virka sum prestur í Havn næsta hálva árið.

Kristine Stricker Hestbech hevur eisini verið við í arbeiðnum hjá eini serligari arbeiðs- og familjunevnd hjá donsku stjórnini, og har hevur uppgávan verið at gera tilráðingar um, hvussu arbeiðsmarknaðurin og familjulívið fáast betur at passa saman.

Í tí sambandi hevur Kristine Stricker Hestbech gjørt nøkur góð ráð til fólk, sum vilja hava betur javnvág millum arbeiðið og familjuna, og hon leggur dent á, at fólk sjálvi skulu ráða yvir sínum lívi.

Í morgun millum klokkan 11 og 12 er Kristine Stricker Hestbech gestur á Rás 2, og har verður tosað um kirkjuna, samfelagið annars, familjulív og Føroyar. Fólk kunnu seta presti ein spurning við at senda spurningin í telduposti til adressuna ras2@ras2.fo.