2. partur
----
Pride of Fife liggur í Kirkwall við fýra monnum. Tað er ikki greitt, hvørjir hinir tríggir eru. Eftir frásøgnini er Andreas komin til Skotlands einsamallur.
Um hann hevur manning av staðnum, ella hann hevur fingið manning úr Føroyum vita vit ikki. Seinast varð greitt frá, at teir vóru komnir inn í Kirkwall at kroka og at fáa tett ein leka, men at fáa lekan tettan var ikki gjørligt.
Andreas heldur áfram við frásøgnini:
Aftur í illveður
Vit lógu nú í Kirkwall í fleiri dagar fram til týsmorgunin kl. 8, og nú fara vit av stað til Føroya. Hann er blivin lágur í ættini. Tá var ikki telefon umborð í skipum, so tað bar ikki til at geva boð frá sær. Tá ið vit týskvøldið móti skýming eru komnir 10-15 fjórðingar norður frá Orknoyggjar, nú brennir hann á høgt við ódnarveðri.
So skal repast. Tað var allar myrkastu nátt, og vit fingu eitt rep niður í stórseglið.
So fer ein maður upp at skera lissuna í. Hann klagar um, at hann finnur ongar kósir at fáa lissuna í, tí tað var so myrkt.
Hann hevði so fingið lissuna í til endan, men tá ið dagur kom, tá var lissan bara í aðru hvørjari kós.
Ja, so bleiv roynt at sigla við fokkuni miðskips, og siglt var eftir sum veðrið var. Tað var ælaveður, og tað var ójavnt í vindi, stormur við hvørt og eitt sindur frægari við hvørt.
Soleiðis baksa vit hesa nátt. So kemur mikudagurin, og veðrið heldur sær við sama lag.
Vit høvdu eina kumpass, sum var púra hopleys. Tá ið skipið fekk eitt sett ella eitt nos, trillaði hon einar 100 ferðir runt, so man visti ikki, hvar ið man lá, ella hvar man kom. Men vit royndu at pressa alt tað, sum vit kundu. Mikudagurin gongur, og so kemur hósdagurin, og hann gongur við sama lag. So kemur fríggjadagurin við sama lag.
Vildi ikki ræða teir ungu
Vit høvdu ongan bát. Tað einasta var nakrar gamlar ráir liggjandi á dekkinum, sum teir høvdu havt til seglini, ið teir fyrr høvdu brúkt. Eg hevði sjálvsagt tankar um, hvat ið kundi henda. Eg var tann elsti, og eg var tann ráðandi, og teir vóru ungir.
Eg tonkti uppá at fara at gera okkum ein flaka úr hesum ráðum at taka til, um nakað skuldi henda.
Báturin lak so mikið illani, at um tað skuldi hent, at pumpan gekk fyri, ja so vóru vit ferdigir. Hetta tonkti eg, men eg tordi ikki at siga tað, tí eg fryktaði fyri, at um eg fór at gera nakað sovorðið, so kundu teir blíva bangnir, og so var liðugt.
Donkeyketil
Vit høvdu so ein donkeyketil umborð, sum fylgdi við bátinum. Hetta var eitt slag av dampdrivnum “hjálpimotori” . Vanliga vóru teir brúktir til at hiva seglini. Men kundu eisini vera settur til eina pumpu og var hetta umframt pumpuna á dekkinum. Men skipið hevði verið brúkt til sildafiskarí, og tað var ógvuliga skitið niðri í botninum. Tá ið vit høvdu fingið pumpuna at taka, var eitt eygablikk, so var tipt aftur. So mátti aftur farast niður í botnin at fáa reinsa eitt sindur burtur frá.
Grót var til barlast, so har skuldi so ein maður liggja og knossast við at fáa grótið burtur, so at sleppast kundi framat at reinsa fyri at fá pumpuna aftur at taka.
Ein maður skuldi stýra, og ein skuldi pumpa, so ikki vóru nógvir at taka av.
Ongantíð bar heldur til at sleppa at sova. Tað var hopleyst, vit máttu allir verða um tað sum var.
Donkeyketilin gjørdist ein serligur trupulleiki. Eingin visti, hvussu ein slíkur ketil skuldi passast. Vit høvdu ikki sæð slíkan ketil fyrr, men vit høvdu roynt at spurt okkum fyri, áðrenn vit fóru avstað. Onkur hevði forklárað okkum eitt sindur, men tað var somikið lítið, at vit høvdu onki forstáilsi fingið uppá, hvussu ein slíkur ketil arbeiddi.
Eina ferð nú er so ræðuligt gníst og floytan niðri undir. Tað fyllist alt upp á dekkið við dampi, og vit vistu onki, sum vóru á dekkinum, hvat hetta kundi vera.
Ein maður var niðri undir at passa ketilin. Hann hevði fýrt so nógv, at ketilin kókaði yvir. Tað var nakað, sum var ókent fyri okkum, og sum vit ikki høvdu roknað við.
Vit sóu ongan mann, tað sást einki fyri dampi. Og so einaferð, nú kemur maðurin upp við eini stórari pøs fullari av logandi koli. Nú hevði hann tikið alt koli út undan ketlinum, og hann helt at tað vóru einastu ráð at fáa eldin yvir borð.
Tá máttu vit grína. Hetta mundi vera einasta løtan á túrinum, sum var eitt sindur skemtilig.
Alt var so gjøgnumbloytt av dampinum, koyggjuklæðini og alt. Men vit sluppu so ongantíð í koyggjuna kortini, so vit hildu, at tað kundi gera tað sama.
Vildu ikki hava hjálp frá trolara
Ja, nú vóru vit komnir til middags fríggjadagin, ongin maður hevur blundað frá tí, vit fóru týsdagin úr Kirkwall.
Á middegi fríggjadagin sóu vit ein trolara. Tað bleiv so heysað flagg, og hann kemur til okkara.
Vit høvdu lítið ánilsi av, hvar ið vit vóru komnir, av tí at kumpassin var, sum hon var.
Eg begynni at tosa eingilskt og at spyrja hvar vit vóru. Teir svara aftur, men vit skiltu teir ikki.
Nú var tað ein týskur trolari. Eingin okkara dugdi týskt, so vit fingu onki burtur úr tí. Vit royndu at gera teimum greitt, hvussu vorðið var, og at skipið var farið at leka.
So begynti skiparin at tosa nakað, sum vit skiltu, og tað var danskt! Hann segði, at hann vildi taka fólkið og sleppa skipinum, men tað dámdi okkum illa.
So royndu teir á trolaranum at fáa eina kastilínu við einum sjekli í endanum til okkara fyri at fáa stjóra okkum umborð. Teir kasta einaferð, men rukku ikki. Teir kastaðu aðru ferð, men teir rukku heldur ikki. Men triðju ferð, tá rakti hann í bógvin.
Meðan hetta gongur fyri seg, nú síggja vit land. Ein maður tekur eitt lodd og bindir tað upp í ein snørisstubba, og kastar tað yvir borð og sigur, at nú hava vit botn eisini. Nú var alt í fínasta lagi, so vit biðja hann bara fara, og so seta vit segl aftur.
Endiliga móti landi
Landið, vit sóu, var Beinisvørð, sum vit høvdu í ein landnyrðing. Tá var veðrið blivið hampuligt. Tað var høgætt ella landnyrðingur, og vit sluppu norður fyri Nípubakkan um kvøldið, og tá blívur stilli.
Nú eru vit so troyttir, at eg síggi, at tað blívur galið við hetta lag. Tað er fríggjakvøld, og ongin maður hevði blundað síðan týsmorgun. Meiningin hjá mær var at sleppa í fyrstu havn, sum vit kundu koma, tað kundi so verið Tvøroyri. Men har blivu vit liggjandi, tí tað bleiv stilli alla náttina.
Morgunin eftir er tað leygarmorgun, og nú eru vit suðuri við Sumbiarendan. Streymurin hevði tikið okkum, og vit máttu fylgja við.
Men so kemur lot lágt, og vit spílaðu alt fyri, vit áttu, og sigla so norð við Suðuroynni vestanfyri, og tonktu uppá at sleppa á Tvøroyri.
Kundu sova hálvan tíma
Hesa náttina, sum vit lógu vestan fyri Suðuroynna, tóku vit ein hálvan tíma at sova til hvønn mann. Tá kundi ein liggja á beinkinum.
Tað skuldi passast væl uppá, at tað skuldi ikki verða meir enn ein hálvur tími.
Vit máttu skiftast. Tríggir máttu verða uppi. Tveir máttu altíð verða hjá pumpuni, og hesir máttu skiftast, annars bleiv tað ov strævið. Ongantíð kundi pumpan sleppast.
Tann bitan sum vit fingu, var ein keks, sum vit høvdu í hondini, og bitu í av og á.
Tá ið vit komu norð aftur fyri Nípubakkan, nú er vestfall aftur í Suðuroyarfirði, so tað bar ikki til at fara at krússa vestfallið. Vit komu ikki inn í Suðuroy uppá tann mátan, tað tók eisini ov langa tíð. Vit lótu so standa til norðureftir og komu líka á Vestmanna seinnapartin. Vit ankra, so illa fyri sum vit vóru.
Á Vestmanna
Ja, so eru vit komnir inn á Vestmanna, vit heysaðu flagg upp. Men tað varnaðist rímiligvís ongin, um eitt skip flaggar, tá ið tað er komið inn í havn.
Vit fingu onki gjørt, tí vit høvdu ongan bát. Tá vit høvdu ligið har í einar tveir tímar, tá kemur ein bátur av útróðri. Vit fingu rópt eftir honum, so sluppu vit í land, og fingu samband við fólk.
Eg vendi mær til sýslumannin, og hann var ógvuliga fyrikomandi. Eg segði, hvussu forholdini vóru og hvussu vit vóru fyri. Hann fekk so fólk at hjálpa okkum at pumpa.
So vítt eg minnist, so haldi eg at bedingin var upptikin. Tað bleiv orðnað fyri at leggja bátin inn á sandin.
Og um kvøldið, tá ið tað var vorðið myrkt, tá vóru vit komnir upp á sandin. Tað mátti passast uppá sjóvarfalli.
Tá ið man skal leggja skip upp á land plagar tað at verða gjørt, tá ið tað var byrjað at fjarða eitt lítið sindur, fyri at fáa skipið út aftur, tá ið næsta flóð kom. Soleiðis gjørdu vit eisini.
Men tá vóru vit illa fyri. Vit vóru so útasaðir, vit orkaðu onki. Men vit vóru allir so ungir og í góðum árum, evnaligir vóru eisini menninir.
So nú fóru vit at kóka okkum kaffi, og tað var fyrsti kaffimuður, vit høvdu smakkað, síðani vit fóru úr Kirkwall. Kaffi bleiv kókað, og tað bleiv skonkt. Men ongin av okkum hevði smakkað tað. Tað uppdagaðu vit, tá ið vit vaknaðu aftur. Allir vóru sovnaðir niður við borðinum uttan at hava drukkið.
Tá ið tað bleiv fjøra, fingu teir tett lekan. Tað varð kolfatrað, og so fingu teir neglt eina blýplátu aftur yvir. Á næstu flóð blivu vit hálaðir út aftur.
Nú var sunnunátt, vit fóru so mánamorgunin av Vestmanna og á Fuglafjørð, tá var alt í lagi.
Tá var túrurin úti, men tað var ein ringur túrur fyri okkum.
Sigldi alt kríggið við Mazeppu
Soleiðis endar Andreas sína frásøgn um henda túrin, har teir eins væl ikki kundu komið aftur. Men seigir vóru teir. Um onkur veit nakað um, hvørjir menn, ið vóru saman við Andreas hendan túrin, hevði tað verið áhugavert at frætta.
Pride of Fife fekk stutta ævi. Eina kavaroksnátt nøkur fá ár seinni rak hon á land í Fuglafirði og gjørdist vrak. Orsøkin var, at eitt skip hevði siglt teymin av.
Andreas keypti saman við brøðrum sínum sluppina Esther úr Íslandi seint í 1922. Hon var bygd í Grimsby í 1888. Teir høvdu hana til 1927, tá ið Napoleon Jensen, Gøtu Poli, keypti hana til Klaksvíkar. Seglhúsmenninir Joensen & Olsen keyptu Esther í 1938. Hon endaði aftur í Grimsby sum eitt fornminni. Tað seinasta nýggja um hana er annars, at hon er sokkin og stendur á botni.
Andreas fór seinni við Mazeppu hjá S.P.Petersen í Fuglafirði, sum beiggi hansara, Poul førdi frá 1938 til 1955. Poul var annars bestimaður við Pride of Fife í 1921 og 1922.
Andreas hevði tikið skiparaprógv hjá Hans Djurholm í 1917. Hann var nógv ár við Mazeppu, og hann sigldi við henni undir øllum krígnum uttan at koma í nakran vanda.
Andreas á Marknagili úr Oyndarfirði hevði í Dagblaðnum í 1992 hugleiðingar um Esther:
»Eg minnist sera væl tann dagin, hon á fyrsta sinni kom heim við Líð. Sum vituligt var, varð báturin flotaður við tað sama, og vit smádreingir sluppu við umborð. Tá á døgum var siður hjá skipsmonnum at geva smádreingjum keks at eta, tá teir komu at borði. Tað var fyrstu ferð eg sá eitt stýrhús og ein motor ganga. Forvitnir, sum dreingir gjarna eru, var farið í hvønn krók. Alt hugtók okkum, maskinan og stýrhúsið, sum var tað stóra undri í okkara eygum. Eg minnist til rattið, telegrafin niður til motorin, og ikki at gloyma hillina aftantil, har øll fløgg, ið hoyrdu til útgerðina, vóru goymd.«
Vissuliga er nógv broytt. Tí er tað so umráðandi at fáa varðveitt tað, sum kann varðveitast um hesa tíðina.
-------
Komandi partur
Í komandi parti verður farið út um landoddarnar. Vitjað verður í einum Stasi minningarsavni í Rostock í gamla DDR.