Sólareyga, Býlingshúsið undir Brúnni og Býlingshúsið á Ternuryggi halda høvrt ár festival saman – og tann dagurin er í dag.
Talan er um ein summarfest fyri børnini, har tey øll fáa hvør sítt armband, sum skal vísast fyri at sleppa inn. Akkurát sum á teimum stóru festivalinum fyri tey vaksnu.
Tað er altíð Býlingshúsið á Ternuryggi, sum leggur hús og garð til tiltakið, tí har eru umstøðurnar bestar. Hini børnini masjera so frá Býlingshúsinum undir Brúnni og frá Sólareyga oman í Dagstovnin á Ternuryggi. Har hugna børnini sær allan dagin – til tey fara aftur á sín egna stovn at verða heintað.
Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá tiltakinum, og við at trýsta á pílin á myndini omanfyri sæst eisini kykmynd frá Prikkafestivalinum.