Prinsessan forelskað í eini aðrari prinsessu

Nakað av tí, sum fólk vórðu siterað fyri at siga í 2013

- Eg eri ímóti, at fólk, ið hava sítt fulla vit, verða tvungin til eitthvørt.
Kristianna Winther Poulsen, sum tekur sæti fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingi, um serliga ráðgeving í sambandi við fosturtøku

***

– Eg tapti móti einari gentu, sum var nógv yngri enn eg. Tað tók eina løtu at koma yvir.
Fótbóltsmálmaðurin Gunnar Nielsen, sum spælir á hægsta stigi í Skotlandi, royndi seg sum ungur í talvi, men tað kom eingin yrkisleið burturúr tí


***

 

- Tit elska tað. Tað gera tit. Tit elska at hoyra hvussu pent, vakurt og serstakt tað er í Føroyum.
Simon Kvam, sangari í Nephew, prikar áhoyrararnar á G! Festivalinum

 

***

- Eg veit væl, at øll vilja sleppa inn, har sum tað eru nógvir pengar at tjena júst nú. Tað er natúrligt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um fiskiloyvi í uppsjóvarvinnuni.

 

***

 

- Tað er betri at vera ein stórur fiskur í einum lítlum akvarium, enn at verða ein lítil fiskur í einum stórum akvarium.
Erika Hayfield um ein av fyrimununum við at búgva í Føroyum

***

- Skulu vit hava javnrætt ímillum kynini og javnrætt í samfelagnum, er tað eisini neyðugt at hava javnrætt fyri menn
Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini

 

***

 

- Kona mín plaga at siga, at útróður er ikki eitt arbeiði, tað er ein sjúka.

Auðunn Konráðsson, formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna


***

- Gongdin í oljuprísurin eigur at sannføra okkum um at vit eiga tí at brúka allar møguleikar at flyta okkum yvir til varandi orku.

Magni Laksáfoss, stovnari av felagnum Vitorka

***

 

Eg havi altíð droymt um at vera kløn, og í fjør setti eg mær fyri, at nú skuldi tað verða.
Jórun L. Mørkøre, sum gjørdist føroyameistari í fitness

***

- Vit eiga at halda uppat við kjakinum um tað eru fátøk í Føroyum. Kjakið eigur at snúgva seg um, hvat vit gera við tað.
Annlis Bjarkhamar, sum rekur hjálparfelagsskap

 

***

 

- Tey renna og stríðast og møðin sæst í eygunum á teimum. Tað kann ikki undra nakran vissi alt brennur saman.
Tóra Tórgarð, avvarðandi, um eldrarøktina

***

- Eg havi arbeitt ógvuliga intenst hesi árini. Eg síggi fyri mær, at komandi trý árini á skúlanum verða tung og strævin at koma ígjøgnum, og skal eg ikki brenna út, er tað nú eg skal royna okkurt nýtt.
Mikkjal Helmsdal, fráfarandi rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum

 

***

- Eitt fátækramark er eitt politiskt gykl. Eitt fátækramark vil aldrin verða við til at basa fátækradømi, men vil ístaðin halda fólk fast í fátækradømi.
Jóhan Bech Húsgarð, næstformaður í politska ungmannafelagnum HUXA.

***


- Vit halda, at vit í vesturheiminum eru tey góðu, men tað er eingin »góður« í einum kríggi.
Høgni Petersen, fyrrverandi hermaður í Afghanistan

 

***

 

- Renningin gevur mær eina kenslu av vælveru og yvirskoti. Og so hjálpir tað at renna ein túr, tá eg kenni meg strongdan.
48 ára gamli Cecil Weihe, sum vann Tórshavn Marathon fyri fimtu ferð.

***

- Tað er altíð trupult at siga farvæl. Hetta hevur verið ein ógloymandi tíð, sum eg ikki vildi verið fyri uttan. Og eg vóni eisini, at fólk halda, at eg havi gjørt eitt hampiligt arbeiði.
Kári P. Højgaard, frákoyrdur landsstýrimaður


***

 

- Tað er so, at tá tú fæst við satiru, so kemur tú at raka fólk. Persónar, sum sita við ábyrgd mugu tola at verða viðgjørd satiriskt. Um tey ikki tola tað, eru tey ikki egnað, og tey kunnu eisini gerast vandamikil.
Óli P., teknari


***

Eg havi sett mær fyri, at eg ikki vil vera ein súr, negativ og keðilig kona, sum er beisk inn á sína lagnu. Eg vil liva lívið.
Ruth Thomsen, ið er blind.


***

 

- Vit skulu minnast til, at nógv útlendsk eygu halda eyga við okkum, tá slíkar hendingar eru, og tí er umráðandi, at vit handfara støður sum hesar á rættan hátt.
Lívfrøðingurin, Bjarni Mikkelsen, eftir at avgustar strandaðu í Sundalagnum.

***

 

- Tað optimala hevði verið, um trolararnir vóru 11 og línuskipini fimm í tali.
Hans Ellefsen, PhD í búskapi, heldur, at ein optimalur botnfiskafloti skal minkast niður í ein triðing


***

 

- Eg blívi ikki ógegnigur, bara tí at nakrir persónar áhaldandi siga, at eg eri tað.
Anfinn V. Hansen, kanningarstjóri

***

– Verður samkynt hjúnalag lógligt, síggi eg fyri mær, at ævintýrini til børn eisini verða broytt til eina prinsessu, sum verður forelskað í eini aðrari prinsessu.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna