Prinsippspurningur

Nýggja árið: Jólini eru farin aftur um bak, og vit eru eisini farin um gáttina inn í nýggja árið. Gávurnar eru pakkaðar út, fýrverkið er farið í luftina, og sjáldsama nógvar neyðrakettir vóru at síggja á himmalinum í góðveðrinum, tá ið vit lupu úr gamla árinum inn í tað nýggja – kanska lýsa tær veruleikan so rámandi. Viðvíkjandi gávunum man vera ymiskt, hvussu skurðurin hevur verið, men óivað skarst betur næstseinastu jól enn hesa ferð – hjá teimum flestu

Løgmaður rópti varskó viðvíkjandi framtíðarvánunum. Daprasta myndin er kanska, at “ okkum tørvar, sum altíð, vit og skil” - hvussu tað so skal skiljast?

 

Jólagávan frá okkara kosnu kvinnum og monnum var sær sjálvari lík: Onnur hondin letur, og hin dregur dupult inn. Tey, ið hava størstu hjálp fyri neyðini, og tey, ið formáa sær minst, verða - á fólkaræðisligan hátt - dømd at lata mest.

 

Eins og við bleytu jólagávunum verða tey bleytu politisku evnini skjótt gloymd, men spennandi var at bíða - so leingi tað vardi.

 

Sparingar

Spart verður í ólukku máta: Dagtilhaldini fyri eldri verða spard burtur, javningarprosentið verður lækkað, útbúgving og annað í tí sambandi verður skert, viðurskiftini hjá eldri og yngri versna yvirhøvur, men hørð virði verða uppraðfest - so at fremmandafólk kunnu lættliga vitja oyggjarnar. Forvitnisligasta upplivilsið hjá hesum gestum verður óivað at síggja, hvussu okkara gomlu liggja órøkt og ungdóminum tørvar sømilig kor.

 

Fíggjarlógin komandi hevur 506 milliónir í halli. Hallið hevði verið størri, um yngri og eldri endin av okkara borgarum varð ikki noyddur at hjálpa til at avmarka tað.

 

Blokkurin

Nú komi eg til tað, sum er kjarnin í hesum skrivi: Hvussu ber tað til, at vit lata hundratals milliónir, sum vit eiga av røttum, liggja niðurfrystar í danska statskassanum, samstundis sum vit tyngja okið á okkara veikastu samfelagsborgarum - bara fyri at pynta komandi fíggjarlóg?

 

Olmussa

Havi roynt at spyrja meg fyri hjá fólki, ið eg haldi hava skil fyri tílíkum: politikarum, fólki við hægri útbúgving, grannskoðarum og øðrum skilafólki, og altíð er svarið tað sama: Hetta er ein prinsippspurningur. Spyrji eg síðan, hvat prinsippið er, fái eg at vita, at tað er skomm at taka ímóti hesum peningi. Spurningurin um, hví tað er skomm, verður vendur í luftini, og áðrenn eg eri liðugur at spyrja, fái eg svarið: tí tað er olmussa!

 

Eg vendi mær hámur burtur og kenni meg næstan sum Ketil, at eg havi dittað mær at spyrja so býtt og uppaftur verri: at eg skilji tað ikki. Eg man vera nakað tornæmur, tá ið eg skilji ikki tílíkan barnalærdóm. Ája, býttur kann man vera. Mín barnalærdómur var, at skeivt var ikki at skoyta um nakað, ið mær var boðið. Ája, mangt er broytt.

 

Síðan verður ikki spurt meiri um hatta. Óivað skal eg hava álit á tílíkum fólki, tí tey hava verið í lótum fyrr. Hugsa bara um kreppuna í -92 og um, hvussu skjótt tey hjálptu okkum burtur úr henni. Tey høvdu tíbetur onga ábyrgd av teirri kreppuni, sambært Hvítu Bók – og tað hava tey forrestin heldur ikki hesa ferð eftir tí, ið eg skilji, tí nú er kreppan heimsumfatandi. Vit eru heldur ikki so illa fyri – enn.

 

Prinsippið

Havi ikki skilt prinsippið um niðurfrysta blokkin reiðiliga, so eg leitaði eftir einum hvørjum øðrum, ið kundi opinbera fyri mær, hvat tað er, sum eg skilji ikki. Jú, mín sann, á Heimasíðu Tjóðveldis stóð soleiðis (havi loyvt mær at strika undir tað, sum eg haldi hava týðning):

 

”Blokkstuðul átti at itið árligt leigugjald fyri vald og vantandi politiska ábyrgd.

Fólkatingið hevði í dag (04.12.2008,hjh) aðru viðgerð av uppskotinum til ríkisveiting til Føroya fyri 2009, har blokkstuðulin verður óbroyttur.

 

Einasti, ið tók orðið, var Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, sum eisini einsamallur hevur skrivað minnilutaálit í málinum.

 

Fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi boðaði frá, at hann fór at atkvøða ímóti málinum, tí Tjóðveldi ístaðin mælir til samráðingar millum donsku stjórnina og landsstýrið um eina skipaða niðurlaðing av blokkstuðlinum yvir eitt hóskandi áramál.

 

Høgni Hoydal vísti á, at talan er um eitt "mikroskopiskt" mál fyri Fólkatingið, tí føroyski blokkstuðulin er bert 0,1% - ein promilla - av donsku fíggjarlógini. Men í Føroyum er framvegis talan um eitt stórt mál, sum stýrir øllum politiskum avgerðum og fastheldur Føroyum í eini støðu, har onki broytist, og har vit ikki hava atgongd til altjóða samfelagið, sum kann skapa inntøkur og menning.

 

Hann helt, at skulu vit rópa viðurskiftini við røttum navni, so átti blokkstuðulin í Danmark at havt heitið "årligt leigugjald fyri territorium og stórpolitiskar fyrimunir í Norðuratlantshavi". Og í Føroyum átti blokkstuðulin at havt heitið "gjald fyri at sleppa undan politiskari og búskaparligari ábyrgd".

 

Høgni Hoydal vísti á, hvussu stórt stig tað var, tá fullveldislandsstýrið valdi at minka blokkstuðulin í 2001 og fastlæsa hann á somu krónuupphædd. Hetta hevði eftir donskum viðurskiftum svarað til, at Danmark segði nei takk til millum 100 og 120 milliardir krónur árliga á síni fíggjarlóg. Varð hetta stigið ikki framt í 2001, so hevði blokkstuðulin í dag verið komin upp á 1,4 milliardir um árið - og føroyski búskapurin hevði uttan iva langt síðani verið farin á heysin aftur, segði Høgni Hoydal.

 

Somuleiðis segði tjóðveldisumboðið á Fólkatingi, at nýggjasta prógvið um, at blokkstuðulin er eitt amboð til politisk vald, ið stýrir føroyskum politikki var, at CHE-samgongan slitnaði júst orsakað av avtaluni um at minka blokkstuðulin við 117 mió. afturat.

 

Tí mælti hann til, at føroyska landsstýrið og danska stjórnin taka upp samráðingar um at niðurlaða blokkin og at Føroyar ístaðin taka fulla ábyrgd av uttanríkispolitikki og altjóða samstarvi, sum er lykilin til at menna Føroyar sum eitt nútímans samfelag.” (endurgeving liðug).

 

Havi tað framvegis sum Ketil. Visti ikki, at blokkstuðulin var lyklaspurningurin í samgongu-slitinum, men so er tað komið upp á pláss – tó eg skilji framvegis líka lítið, ja, nú standa bara fleiri ósvaraðir spurningar. Eina løtu kenni eg meg sum eina samanbræðing av Sokrates og Ketli.

 

Fari at enda at biðja onkran, ið hevur skil fyri tí, t. d. Høgna Hoydal, um at gera so væl alment at greiða mær – og kanska øðrum eisini – frá spurningunum:

 

1. Hvussu nevnist blokkurin í veruleikanum?

2. Hví verður blokkstuðul veittur Føroyum?

3. Verður hann roknaður út eftir ávísum leisti?

4. Um ja, hvussu sær tann leisturin út?

5. Verður blokkstuðul veittur Grønlandi eftir sama leisti, sum hann verður veittur Føroyum?

6. Ætlar Grønland at niðurfrysta ella niðurlaða blokkin?

7. Er á nakran hátt gjørligt at fáa hendur á niðurfrysta partinum, um tað kundi hjálpt?

8. Hevði ikki verið rættast at havt fólkaatkvøðu um so álvarsligt mál sum at niðurfrysta blokkin?

9. Er framferðin røtt og lóglig í sambandi við niðurfrystingina av blokkinum?

 

Á sama báti?

Nú, ið ísurin bráðnar frá Arktis til Antarktis, mátti niðurfrysti blokkurin eisini tiðnað eitt sindur. Um onkur er, ið hevur tað á sama hátt sum eg, hevði eg fegin at frætt. Tað er so einsligt at kenna seg uttanfyri, tá ið øll hini vita, hvat tosað verður um. Tú torir illa at rætta fingurin upp og siga, at tú hevur einki skilt. Nei, so situr tú heldur stillur og letst at skilja alt, júst sum í søguni hjá H. C. Andersen: ”Nýggju klæði keisarans”. Tó, uggi hevði verið at frætt frá onkrum á sama báti sum eg, tí spurningurin er, um vilji løgtingsins og landsstýrisins er tann sami, sum meirilutin av fjøldini vil. Gjógvin millum veljara og vald tykist bara gerast breiðari, sum tíðin líður. Sum sagt hevði verið áhugavert at frætt frá øðrum, ið hava ilt við at skilja grudgevingina fyri, hví vit klára okkum betur við minni.

 

Við ynskinum um eitt gott nýggjár.

 

E. S.: Havi frætt, at partur av fólkatingssamsýningini hjá øðrum fólkatingsumboði føroyinga fer til politiskt virksemi hjá Tjóðveldi. Í tí sambandi er áhugavert at frætta, um so er, og um samráðingar eru um at niðurlaða tann blokkin.

 

E.E.S.: Havi somuleiðis frætt, at allir føroysku politisku flokkarnir - uttan ein - fáa fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi úr Danmørk. Er hetta so?