Privat stovna føroyska umhvørvis-tilbúgving

- Vit hava onga veruliga umhvørvis-tilbúgving í Føroyum

Tað staðfestir Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base, ASB, í Runavík.

Í eina tíð hevur hann soststt arbeitt við at fyrireika og byggja upp eina umhvørvis tilbúgving á sjónum í Føroyum.

Hann hevur longu givið tilbúgvingini navnið T BáS, sum stendur fyri TilBúgving á Sjónum.

Eli Lassen hevur longu gjørt drúgvar fyrireikingingar og í hesum sambandi hevur hann havt fundir við ymsar partar, sum kunnu hugsast at hava áhuga í málinum, eitt nú Innlendismálaráðið, Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðoð, Kommunusamskipan Føroya, Landsbjargingarfelagið, SEV, oljufeløgini og stóru alararnar.

Somuleiðis hevur hann havt samband við fyritøkur, sum gera útgerð av øllum handa slagi til umhvørvistilbúgving

Stjórin í ASB sigur, at hann hevur eisini fingið tilboð upp á ymsa útgerð og tey vísa, at prísurin liggur heilt frá fimm, upp í 25 milliónir, alt eftir, hvussu nógv verður lagt fyri.

Eli Lassen vísir á, at tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina fyri tilbúgving í og við havnirnar og lendingar, og at tað er landið, sum hevur ábyrgdina fyri tilbúgvingina á sjóøkinum annars

Men nú hevur hann lagt eina ætlan fyri, hvussu oljustøðin í Runavík eisini kann verða ein umhvørvis tilbúgvingarstøð, sum skal umsita útgerð til at fyribyrgja oljudálking og til at reinsa aftur, tá ið vanlukkan er hend.

Hann ætlar, at talan skal verða um ein felagsskap við limum, sum skulu tryggja dagliga raksturin.

Hann hugsar sær, at kommunurnar, oljufeløgini, SEV, alararnir og Føroya Oljuídnaðarbólkur, verða ímillum limirnar.

Hann hevur somuleiðis heitt á Tryggingarfelagið Føroyar um at vera við til at stovna T BáS.

Eli Lassen staðfestir somuleiðis, at vegna manglandi fígging, áhugað ella vilja, er landið ikki við í arbeiðinum at skipa eina umhvørvistilbúgving á sjónum í Føroym í hesum umfari.

Hann sigur, at ASB hevur fingið tilboð upp á fimm flytiligar eindir við basingarútgerð, sum verða staðsettar ymsastaðni í landinum.

Undirvísing í at brúka útgerðina er eisini við í tilboðnum.

- Tá ið tørvur er útgerðini, fara limirnir sjálvir eftir henni og skipa sjálvir fyri at útvega bilar, bátar og arbeiðsfólk.

- Dagliga umsitingin verður so at hava eftirlit av útgerðini.

Eli Lassen sigur, at tað fer at kosta 580.000 krónur at stovna T BáS og at raksturin verður gott og væl 1,6 millión um árið.