Tey, sum hava hug at leita sær aftur í 90ini eina løtu, hava nú møguleikan at minnast aftur á Prix Føroyar, sum nú er komið á netið.
Flest okkara minnast Prix Føroyar sum nakað heilt serligt. Kappingin, sum í fleiri ár bjóðaði tað besta innan føroyskan tónleik, datt niðurfyri mitt í 00unum.
Men nú eru fleiri videobrot komin á YouTube, har eitt nú finalurnar í 1999 og 2001 eru at síggja.
Áður hava fleiri brot frá Prix Føroyum ligið á netinum, men nú eru nøkur komin aftrat, sum júst eru løgd út.
Taxi, 200, Flux, Mc-Hár og Clickhaze eru ímillum teir bólkarnar, sum nú kunnu upplivast á YouTube.