Professarin og handverkarin

Hann er handverkari, og er boðsendur at umvæla nýkeypta summarhúsið hjá yvirstættarhjúnunum Sophiu og Xavier. Men so rennur saman millum handverkarin og heimspekingin, og áskoðarin førdur á eina sansaliga filmsferð

Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið ein franskt mæltan film úr Kanada, Simple comme Sylvain, sum í fjør varð hin mest sæddi í Fraklandi, har hann fekk Césarvirðislønina.

 

Leikstjóri og høvundur er 42 ára gamla Monia Chokri, sum hevur forfedrar í Norðurlondum og Tunis. Hon er fødd í Quebec, har hon í 2005 leyk útbúgving sum sjónleikari á Conservatoire d'art dramatique de Montréal. Sum leikstjóri hevur hon vunnið fleiri virðislønir og filmar hennara eru vístir á stóru filmstevnunum úti í heimi. Simple comme Sylvain varð frumsýndur í Cannes í fjør.

 

40 ára gamla Sophia (Magalie Lépine Blondeau) er professari í heimspeki og livir eitt friðarligt lív saman við manninum, Xavier (Francis-William Rhéaume). Tey búgva í Montréal og eru inngrógvin partur av mentanarligu elituni í býnum, ganga til nýskapadi framsýningar og eta góðar døgurðar.

 

Men so kemur Sylvain (Pierre-Yves Cardinal) á pallin.

 

Hann er handverkari, og er boðsendur at umvæla nýkepta summarhúsið hjá yvirstættarhjúnunum Sophiu og Xavier.

 

Men so rennur saman millum handverkarin og heimspekingin, og áskoðarin førdur á eina sansaliga filmsferð, har samanspælið millum leikararnar bleiktrar um kapp við hvassa dialogin á løriftinum.

 

Okkara trúfasti útvegari síðan áttatiárini, Camera Film í Keypmannahavn, sigur í pressuskrivi, at kanadiski filmurin hjá Chokri er ”Fresh, sexet, velskrevet, velturneret og velspillet - og i det hele taget lidt af en fest. Alle fans af instruktøren Monia Chokris landsmand Xavier Dolan vil være svært begejstret!”

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Filmsfelagið 11/9 kl 20:00 Da Sophia mødte Sylvain (Simple comme Sylvain, Monia Chokri Kanada 2024 110 min)

 

 

 

Leikstjórin