Profilur heldur ikki fram í 07 Vestur

Betri deildin menn: Ronni Møller-Iversen heldur ikki fram á Dungasandi

Ronni Møller-Iversen heldur ikki fram á Dungasandi. Tað boðar hann frá í samrøðu við donsku fótbóltsheimasíðuna, bold.dk. Hann hevur seinasta árið spælt við 07 Vestur.

 

- Tíðin er komin, at fara heim aftur. Eg havi havt nógvar góðar upplivingar hesi árini, men eg merki at hetta er rætta tíðin at flyta tættari upp á familjuna, sigur Ronni Møller-Iversen við bold.dk.

 

Hann kom til føroyskan fótbólt í 2018. Hann byrjaði í KÍ og hevur síðani spælt við Skála, EB/Streymi og 07 Vestur. Hann sigur við bold.dk, at hann hevur notið tíðina í føroyskum fótbólti.

 

- Tað hava verið nakar góðar upplivingar. Eg eri follin væl til og eri komin at kenna nógv fólk, so tað er harmligt at fara, men tíðin er komin, sigur Ronni Møller-Iversen.

 

07 Vestur hevur eisini sagt farvæl við Mads Borchers, meðan Uros Stojanov (Skála) og Jóhann H. Joensen (EB/Streymur) eru komnir til.