Projekt Salt: Jenis er ikki púra avgjørdur

Jenis av Rana staðfestir í Løgtinginum beint nú, at Miðflokkurin er ikki ímóti saltsilo-ætlanini á Drelnesi. Miðflokkurin er ikki ímóti saltsilo-ætlanini á Drelnesi.

Men tá ið Miðflokkurin ikki vildi skrivað undir eina tilsøgn um at stuðla ætlanini, var tað tí at teir hildu, at ov nógvir upplýsingar vantaðu um fígging og rakstur.

Eitt nú er víst á, at gongur tað galið, hevur landið mist stuðulin og Tvøroyrar Býráð fær ikki grundstykki aftur.

Tað heldur Jenis av Rana er ábyrgdarfullur politikkur og hann skilir ikki, at aðrir flokkar fingu seg til tað.

Men kann fíggjarnevndin hjá Løgtinginum veita trygd fyri, at ætlanin er í góðum og skottryggum hondum, er eisini Miðflokkurin fúsur at taka undir við ætlanini.