Í gjár vórðu portrettini av fyrrverandi amerikanska forsetaparinum Michelle og Barack Obama avdúkað. Tað eru Michelle og Barack Obama, ið sjálvi hava valt listafólkini, sum hava málað portrettini, sum altso skulu upp at hanga í The Smithsonian National Portrait Gallery í Washington D.C.
Listamaðurin Kehinde Wiley málaði málingin av Barack Obama, og listakvinnan Amy Sherald málaði málningin av konu hansara Michelle. Tað serstaka er tó at hetta er fyrstu ferð, at bæði listafólkini, ið mála havað forsetaparið, eru afro-amerikanarar.
Málingarnir hava verið nógv umrøddir, síðani teir vórðu almannakunngjørdir, tí teir als ikki líkjast teimum portrettunum, sum fyrr eru málað av fyrrverandi forsetapørunum og sum hanga í listasavninum The Smithsonian.
Hóast portrettini bæði eru artistisk og meir modernað enn undanfarin portrett av amerikonskum forsetapørum, so eru meiningarnar og viðmerkingarnar á netinum sera ymiskar.
Tað er serliga málningurin av Michelle Obama, sum hevur fingið nógvan kritikk, bæði á miðlunum og á sosialu miðlunum. Millum annað verður skrivað á CNN, at portrettið als ikki líkist Michelle Obama.
– Ímeðan portrettið av Barack Obama var áhugavert, so var tað útleggingin av forsetafrúuni, Michelle Obama, sum tók uppmerksemi. Hetta serliga tí at fleiri á netinum - umframt eg sjálvur - halda, at portrettið als ikki líkist frú Obama nakað serligt, skrivar Chris Cilizza, redaktørur á CNN.
Fyrrverandi forsetaparið eru tó væl nøgd við málningarnar, og Barack Obama segði við listakvinnuna, Amy Sherald, sum hevur málað portrettið av Michelle Obama, at hon merkisverdiga hevði fangað hvussu vøkur, sjarmerandi, gløgg og eggjandi kona hansara er.