NSÍ og KÍ vunnu í dag fyrsta stigið í ársins landskapping í næstbestu deildini. Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til heimaliðið.
Eftir eitt stórt korter var tað Gulak Andrias Jacobsen, sum legði KÍ á odda. Uppleggið átti ein av argentinsku spælarunum í Klaksvík Gaston Nicolas Tellechea.
Tá ið ein lítil hálvur tími var farin bæði javnaði NSÍ og legði seg á odda 2-1. Í báðum førum var tað Michal Przybylski, sum var málskjútti. Í fyrra førinum árri Pól Jóhannus Justinussen uppleggið, og í seinna førinum var tað Jóel Tróndargjógv, sum átti uppleggið.
Hetta var fyrsta ferðin, at Michal Przybylski var á vøllinum, síðani hann í vetur skifti úr B36 og til NSÍ. Hann hevur ikki verið á vøllinum síðani 5. august í fjør, tá ið besta liðið hjá B36 vann 4-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina varð Mchal skiftur inn, tá ið tað restaði eitt stórt korter.
Orsøkin, til at hann spældi lítið í fjør og nústaðni er á vøllinum aftur, er, at hann hevur verið illa darvaður av skaða í lærkrikanum. Nú sær betri út, og Michal venur við fullari ferð saman við nýggju liðfeløgunum í NSÍ. Michal Przybylski var bara á vøllinum í fyrra hálvleiki í dag. Tað kundi bent á, at hann verður í hópinum, tá ið besta liðið hjá NSÍ í morgin fer at spæla í Gøtu.
KÍ javnði til 2-2 í 70. minutti. Málskjútti var Jóan Petur Samson Jónsson, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Hetta var sambært FaroeSoccer 24. dysturin hjá 21 ára gamla Jóan Petur í næstbestu deildini, og hetta var fyrsta ferðin, at hann taldist millum málskjúttarnar.
Hjá KÍ var tað merkisvert, at Dávid B. Andreasen var á vøllinum alla tíðina, at Issah Ahmed Latif spældi fyrra hálvleik, og at Børge Petersen, sum hevur verið skaddur, varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
Hjá NSÍ var Pætur Hentze á vøllinum í ein stóran tíma.
Um tvær vikur fær KÍ vitjan av B36, og tá fær NSÍ vitjan av grannunum á Skála.