Um ein vanligur føroyingar fyri einum ári síðani varð spurdur, um hvat jazz íblástur alternativan funk rokkur er, so hevði viðkomandi helst staði sum kánus.
2015 gjørdist tó árið, tá bólkurin Punjab fekk sítt veruliga gjøgnumbrot og jazz íblástur alternativan funk rokkur var at hoyra á flestu festivalunum í summar, meðan teirra nýggja fløga, The Flying Elephant, var at hoyra í teim ymisku útvarpsrásunum.
Teirra gjøgnumbrot varð eisini viðurkent á ársins FMA fyri løtu síðani, tá teir fingu handað virðislønina sum ársins bólkur/einstaklingur innan Folk, Country og Blues.
Bólkurin er mannaður við Árna Johannesen, sangari, Matthias Kjølbro, saksofon, Tórður Dam Jacobsen, trummum, Robert Bjarnason, gittar, Kára Fossaberg Ellingsgaard, bass, og Kristian Paula Ellefsen, ljómborð.
Hini tilnevndu til virðislønina vóru Annika Hoydal, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Hallur Joensen og Hanus G. & Cantabile.