Russisku álopini í Kharkiv í eystara parti av Ukraina og á høvuðsstaðin Kiev hildu sambært útlendskum keldum fram í nátt.
Í Kharkiv hava russiskir hermenn sambært borgarstjóranum í býnum, Ihor Techerov, sprongt undirstøðir, sum helst hava ført til, at trupulleikar eru við el-og vatnveitingini í býnum.
Tað er ukrainska tíðindastovan, Ukrinform, sum ber hesi tíðindi.
Sambært tíðindastovuni, Kiev Independent, fóru ávaringarlúðrar í gongd í fleiri ukrainskum býum í morgun.
Tíðindastovan NBC heldur, at tað hevur órógvað russiska forsetan, Vladimir Putin, at tað gongur so seint við hertøkuni av Ukraina, og sum skilst eru tað keldur, ið standa forsetanum nær, sum bera hesi tíðindi.
Norska Dagbladet endurgevur bretskar fregnartænastukeldur fyri at siga, at stóra russiska herfylgið, sum er ávegis móti Kiev, hevur avbjóðingar, tí seinastu 24 tímarnar hevur lítil gongd verið í fylginum vegna flutningstrupulleikar.
Sambært The Guardian váttar bretska verjumálaráðið hesar upplýsingar.
- Russiskar herdeildir hava økt um álopini í norðara parti av Kiev, og hetta veksur um vandan fyri, at fleiri sivil liggja eftirá, sigur bretska verjumálaráðið.
Sambært NBC stúra fleiri at teimum nærmastu hjá Vladimir Putin fyri, at hansara ørkymlan um gongdina í krígnum fer at føra til, at forsetin bara fer at herða álopini á Ukraina.
Sum skilst, veksur ørkymlanin hjá forsetanum við, at tað gongur so seint hjá hansara hermegi, og hann er eisini ørkymlaður av stóru altjóða mótstøðuni og revsitiltøkunum.
Ukrainskir myndugleikar vita í dag at siga, at teirra hermegi hevur skotið fimm russisk flogfør niður undir einum russiskum álopi á býirnar, Vasylkiv og Brovarij, sum liggja í økinum nærindis Kiev. Umframt flogførini, skal ukrainski herurin eisini hava oyðilagt russiskar rakettir og eina tyrlu nærindis høvuðsstaðnum.
Ukrainska verjumálaráðið veit eisini at siga, at eitt av teirra jagaraflogførum leyp á russiskar stríðsvognar og herdeildir nærindis Kiev, samstundis sum bumbað varð eftir russiskum herdeildum í býunum, Tsjernihiv og Berdjansk, sum eru undir russiskum eftirliti.
##med2##