Putin vil ikki ynskja Biden tillukku

Russiski forsetin sýtir fyri at ynskja USA tillukku við landsins tjóðardegi, sum er í dag, 4. juli.

Í USA er tjóðardagur í dag, men av tí, at USA sambært Kreml rekur ein "óvinarligan" politikk mótvegis Russlandi, vil russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki ynskja amerikanska forsetanum, Joe Biden, tillukku við degnum.

 

Tað er vanligt, tá slíkir hátíðardagar eru, at forseti landsins - í hesum førinum Joe Biden - fær heilsanir kring um úr heiminum, men í ár verður eingin heilsa úr Russlandi.

 

Sambært Reuters sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, við tíðindafólk í dag, at eingin heilsa fer at koma frá russiska forsetanum til USA. Talsmaðurin heldur ikki, at ein heilsan úr Russlandi er passandi í dag.

 

Orsøkin er, sigur talsmaðurin fyri Kreml, at USA hevur sett tiltøk í verk móti krígsførandi landinum í Ukraina, nevniliga Russlandi. Dmitrij Peskov sigur, at tað er "óvinarligi" politikkurin hjá USA mótvegis Russlandi, sum er orsøkin til, at eingin heilsa kemur úr Russlandi í ár.