Pylsuhugni í miðbýnum

Gekst tú tær ein túr fram við Káta Horninum í miðbýnum í Havn hóskvøldið, kundi tú ikki umgangast at leggja merki til pylsuvognin, sum stóð á trappuni frammanfyri Ebenezer.

Eini 80-100 ungfólk stóðu rundan um pylsuvognin ella sótu á trappuni við hvør sínum hotdog.

Hetta var nú ikki ein upphiting til ólavsøkuna, men partur av hugnakvøldi, sum tey ungu í Ebenezer skipaðu fyri í sambandi við at farið verður yvir til summarskránna fyri ungdómstiltøkini í Ebenezer.

Í summar verða ungdómsmøtini flutt frá hóskvøld til leygarkvøld, og tá eru tey ungu í Lívdini eisini við til at skipa fyri. Nakrar hundrað pylsur fingu bein at ganga á hetta kvøldið.