Ráða yvir egnum kroppi

Ein kvinna hevur til eina og hvørja tíð rætt til at siga nei til samlegu. Tað var niðurstøðan í dóminum, ein 35 ára gamal maður fríggjadagin fekk í Føroya rætti fyri neyðtøku

Føroya rættur viðgjørdi í seinastu viku eitt mál um neyðtøku. Hetta var eitt ógvuliga prinsippielt mál, sum endaði við, at maðurin varð dømdur fongsulsrevsing í hálvt annað ár.
Eitt kvøld sótu nøkur fólk, sum kendust meira ella minni væl, á einum vertshúsi í Havn og drukku nógv.
Tá ið vertshúsið læt aftur, avgjørdu tey at ballast víðari. Nøkur fóru til gongu, og tveir menn og ein kvinna fóru við hýrivogni, tí tey skuldu hava hendur á eini fløsku.
Í rættinum greiddi tann ákærdi maðurin, at tað lá í luftini, at hann og kvinnan skuldu vera væl hetta kvøldið. Í hýrivogninum høvdu tey sitið og kávað uppi á hvør øðrum.

Ymiskar fatanir
Hvat víðari hendi vóru maðurin og kvinnan ikki heilt samd um. Hon segði, at beint sum hon kom inn í húsini, har ballið skuldi standa, fór hon á vesi, og hann kom aftaná.
Hann segði, at tey høvdu sitið eina løtu í sofuni, áðrenn tey saman fóru inn á vesið. Hann segði, at hon í fyrstuni vildi haav samlegu við sær, og hon segði, at hann tók hana við megi.
Hini fólkini hoyrdu hana eina ferð skríggja, og ein edrú kvinna tulkaði skríggið sum eitt neyðarróp. Hon fór tó ikki at vita, hvat var áfatt. Nøkur av hinum fóru at vita, og tá ið maðurin segði, at alt var í lagi, fóru tey út aftur.
Kvinnan hevði ikki biðið tey hjálpt sær, tí hon tordi ikki, segði hon í rættinum.

Hon græt
Ósædd smeyg kvinnan sær á dyr, fann ein hýrivogn, sum ein fyrrverandi sjeikur koyrdi. Hon græt, segði sjaførurin, og hann koyrdi hana á politistøðina. Har segði hon sína søgu men vildi ikki melda, tí hon var full, og tí hon hevði ikki álit á politinum, greiddi hon frá.
Hon varð nevniliga sum ávikavist átta og tólv árt gomul neyðtikin, og báðu ferðirnar varð maðurin frídømdur í rættinum.
Um kvøldið fór hon aftur á politistøðina, meldaði mannin, sum tá varð handtikin og dagin eftir varðhaldsfongslaður.
Frágreiðingarnar frá teimum vitnum, sum høvdu verið hjástødd, vóru ikki eins, tí við einum undantaki, høvdu tey øll verið full.
Verjin hjá manninum royndi at sáa iva um trúvirði hjá kvinnuni, sum hevði sitið og fríggjað við manninum, áðrenn alt hendi. Hann heldt hana vera ólíkavektuga og vera lætta uppá tað.
Hann kom við, at fleiri dømi um, at kvinnur av órøttum høvdu meldað menn fyri neyðtøku av ymiskum orsøkum
Hann vísti á, at kvinnan var farin sjálvboðin við.
Ákærin ásannaði, at kvinnan hevði verið full, men at tað tóktist sum, at hon klárnaði, tá ið tað gekk upp fyri henni, hvar hon var, og hvat var við at henda. Eitt vitni hevði hoyrt hana rópa tvær ferðir, at hon ikki vildi hava mannin. Tað var tá, at hon beit mannin fleiri ferðir í andltiið og bringuna fyri at sleppa leys.
Kvinnan sá, at ein maður kom inn á vesið, og hon sá mannin flenna. Tað var tí, hon ikki vldi fara innaftur. Fólkini vóru ikki vinir, sum hon hevði hildið teira vera.
? Sum kvinna hevði hon rætt til at siga nei til sex. Ein kvinna hevur altíð rætt til at siga nei. Fyri tað um hon fór við manninum, hevði hon rætt til at broyta hugsan, segði ákærin, sum ógvaðist av holdninginum, sum summir menn hava á kvinnur. Ákærin átalaði, at verjin hjá manninum legði kvinnuna undir at lúgva.

Harður dómur
Maðurin varð dømdur eitt ár og seks mánaðir í fongsul. Haraftrat skal hann gjalda kvinnuni 50.000 krónur í endurgjaldi í seinasta lagi um 14 dagar, og hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.
Dómarin grundgav dímin við, at kvinnan týðiliga hev ði víst, at hon ikki vildi hava samlegu við manninum. Øll høvdu hoyrt hennara skrígg, men bara ein tók skríggið í álvara. Tá ið nøkur fóru inn á vesið at vita, hvat var galið, spurdi eingin hana nakað. Hon stóð og hugdi niður í gólvið, og hann segði alt vera í lagi.
Dómarin viðgekk, at torført var at fáa kvinnuna at siga, hvat var hent, men tað kom væl fram, at hon var sjónliga ávirkað av sínum upplivingum í barndóminum og hesa náttina.

Í landsrættin
Maðurin kærdi dómin á staðnum, og málið kemur fyri í landsrættinum í august.
Ákærin segði, at neyðtøka var so álvarslig brotsgerð, at hon kravdi mannin framhaldandi varðhaldsfongslaðan.
Tað kravið vísti rætturin frá sær, og ákærin kærdi henda úrskurð til landsrættin. Ta avgerðina tekur landsrætturin avgerð um ein av fyrstu døgunum.
Til ta tíð skal maðurin sita varðhaldsfongslaður.