Róaldur gjørdi mun beinavegin (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Róald Jakobsen, og hoyr frásøgnina av málunum sum komu millum B36 og KÍ

Róaldur Jakobsen kom á vøllin í 79. minutti, tá B36 á heimavølli vann 2-1 á KÍ í kvøld. 30 sekund seinni hevði Róaldur Jakobsen, ið ikki hevur verið í dysti síðani fjórða umfar lagt upp til Meinhard E. Olsen sum skoraði sigursmálið til 2-1 til B36.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum sum komu í dystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Róald Jakobsen beint aftaná dystin. Róaldur Jakobsen greiðir frá hvussu hann spældi Meinhard E. Olsen leysan, tá sigursmálið var skotið. Róaldur sigur, at tað er ótrúliga stuttligt at kunna spæla fótbólt aftur aftaná ein so langan skaðasteðg.

 

 

B36-KÍ 2-1 (0-0)

1-0 Erlendur Magnusson (59.)

1-1 Deni Pavlovic (69.)

2-1 Meinhard E. Olsen (80.)

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan hjá KÍ, Deni Pavlovic hoyrist HER