Ræðandi útsøgn hjá fíggjarmálaráðnum

- Um lønarkravið hjá okkum er óvanliga høgt, so er lønarmunurin eisini óvanliga stórur, staðfestir felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Sum vit lósu um á In.fo fyrr í dag, hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hitt semingsmannin, Terja Sigurðsson, í dag.

 

- Enn sum áður eru vit sinnað at fara aftur til samráðingarborðið, um fíggjarmálaráðið sleppur ófrávíkiliga kravinum um ikki at samráðast um lønarkarmin. Men, tíverri máttu vit staðfesta, at fíggjarmálaráðið støðugt avvísir at samráðast.

 

Tað sigur felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum á síni heimasíðu, eftir at hava hitt semingsmannin í dag.

 

- Seinastu dagarnar hevur fíggjamálaráðið ferð eftir ferð boðað frá, at karmurin hjá Starvsmannafelagnum er ófrávíkiligur, tí samráðingar um løn við ymisku fakfeløgini høvdu elvt til ruðuleika.

 

Felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum heldur, at útsøgnin hjá fíggjarmálaráðnum er ræðandi.

 

- Lønardeildin í fíggjarmálaráðnum, ið hevur ábyrgd av lønarlagnum í almenna geiranum, sigur seg als ikki vera føra fyri at røkja sína fremstu uppgávu, ið er at finna semju við ymisku feløgini.

 

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum endurtekur, at teirra krav er, at limir felagsins fáa somu løn sum aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd.

 

- Men, hetta krav kallar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, óvanliga høgt. Um kravið er óvanliga høgt, so er lønarmunurin eisini óvanliga stórur, staðfestir felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Felagið ásannar, at sjúkrarøktarfrøðingar fáa nógv minni í løn enn aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd.

 

- Orsøkin er eingin onnur enn ein søguligur skeivleiki. Vil fíggjarmálaráðið hava, at vit bara skulu góðtaka henda skeivleika í alla tíð frameftir, tí lønardeildin ikki megnar veruligar samráðingar? spyr felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.