Føðingardagur
08.08.08. Tað var kø uttanfyri hjá hjúnarbandsfútanum í Keypmannahavn fríggjadagin, tí so mong vóru tey, ið ynsktu at gifta seg henda serliga runda dag.
Fyri Róar Mørkøre Hansen, ið er búsitandi í Keypmannahavn, var dagurin eisini heilt serligur, tí umframt at tað stóð 08.08.2008 á kalendaranum, so var tað hansara átta ára føðingardagur og nakað, hann hevði glett seg til í eitt heilt ár. Tað ger hann forrestin hvørt ár.
Róar gav sær ikki stórvegis far um, at tað var nakað serligt við at fylla átta tann 08.08.2008, men spurdi tó, hví so nógv ynsktu at gifta seg júst henda dagin, tí tað skilti hann ikki reiðuliga. Tað er óvist, um hann fekk nakað burtur úr frágreiðinini um nummarlogi, og hvussu nógv fólk trúgva uppá, at tøl hava ávirkan á lív okkara.
Men Róar hevði hinvegin lagt sær í geyma, at olympisku leikirnir byrjaðu á hansara átta ára føðingardegi, og tað helt hann vera mega kul. Tey høvdu OL-viku í skúlanum í mai, og tá umboðaði hann vertstjóðina Kina.
Ein serlig heilsan
Stóri dagurin hjá Róari varð feiraður fyri ein part í einum summarhúsi á Enø við Karresbækminde saman við teimum nærmastu, og fyri ein part í Keypmannahavn við døgurða á meksikanskari matstovu og hugna í býnum.
Foreldrini vóru tó ikki heilt óávirkaði av øllum 08-halløjinum og vaktu neyðardýrið klokkan 08.08 fríggjamorgunin, hóast hann í summarfrítíðini sjáldan er sovnaður fyrr enn á midnátt. So tað var ein illasvøvntur drongur, ið setti seg til væl dekkaða morgunborðið, har tað lá eitt hav av pakkum frá foreldrum og skilfólki.
Millum pakkar við Nitendo DS, nýggja Indiana Jones Play Station-spælinum frá Lego og peningagávur, lá eisini ein heilt serligur pakki við fimm ringum á. Í pakkanum var einki minni enn ein OL t-skjúrta og ein handskrivað føðingardagsheilsan til Róar frá fyrsta føroyska OL-luttakaranum nakrantíð, Katrini Olsen.
Tá Róar varnaðist, at hann hevði fingið eina føðingardagsheilsan »beinleiðis úr Beijing« frá Katrini Olsen, »svímaði« hann. Hetta er nakað Róar ger, tá hann er serliga fegin ella tikin gleðiliga á bóli. TJUMS, segði tað, so lá hann lívleysur aftur á í stólinum ;)
Stoypt úr serligum tilfari
Tað kann neyvan koma óvart á nakran, at Katrin Olsen er stoypt úr heilt serligum tilfari, tí tað hevur kravt nakað út yvir tað vanliga at gerast fyrsti føroyingur í yvir hundrað ára søguni hjá OL, ið vinnur sær rætt at luttaka í hesi heimsins størstu ítróttarhending. Men tað sigur ómetaliga nógv um, hvat fyri persónmenska býr í Katrini Olsen, at hon tók sær tíð at senda eina heilsa til Róar mitt í fyrireikingunum til eina av størstu løtum í lívið hennara, og sum hon hevur stríðst so beinhart fram ímóti í samfull 10 ár. Tað vitnar um eitt stórt menniskjaligt og metalt yvirskot, tí Katrin hevur bara hitt Róar einaferð fyri umleið tveimum mánaðum síðan, tá hann var í fylgi við pápanum (yvirritaði), sum kennir Kartin Olsen umvegis samrøður, hann hevur gjørt við hana til føroyskar fjølmiðlar.
Møtið kom eisini í kjalavørrinum á áðurnevndu OL-vikuni, tey høvdu fyriskipað á skúlanum hjá Róari, og hann varð sera errin, tá hann slapp at heilsa upp á eitt fólk, ið veruliga skuldi luttaka í OL. Og ikki nóg mikið við tað. Tað var ordiliga WAUA, at Katrin Olsen var fyrsti føroyingur, ið nakrantíð luttekur í OL, tí í Róari býr eitt lítið hjarta, ið bankar hart fyri øllum tí, ið føroyskt er. Hann elskar Føroyar, fyri at brúka ein senting, sum er uppi í tíðin.
Róar greiddi eisini Katrini frá, at hann flyti átta ár, tá OL byrjaði fríggjadagin, og tað hevur rógvarin lagt sær í geyma, so í Róari eigur Katrin Olsen nú ein trúgva viðhaldsmann fyri lívið. Róar er ikki typan, ið gloymur ein tílíkan gestus. Hann sat eisini trúgvur klokkan níggju sunnumorgunin og fylgdi við, tá Katrin og Juliane róður kvalifiseraðu seg til hálvfinalurna, men tað var utta OL t-skjúrtuna. Hana hevur Róar goymt sær til í dag, tí hann vildi vera í henni, tá hann hevði fyrsta skúladag í 2.v á Randersgadeskole.