Rødd friðarinnar

Heini í Skorini bloggar fyri seinastu ferð úr Ísrael

- Eg minnist tað sum var tað í gjár. Fagnaðurin í Ísrael tók ongan enda. Bál í gøtunum til langt út á náttina. Dansur, tónleikur og slagorð um frið, kærleika og harmoni. Eitt ovurhonds bjartskygni um alt landið, fortelur Yakir, ísraelski bilførarin á donsku sendistovuni í Tel Aviv. Og hendingin, vit tosa um, er november 1977, tá fyrsti politiski leiðarin í arabiska heiminum, egyptiski forsetin Anwar Sadat, vitjaði Ísrael, talaði í parlamentinum Knesset og viðurkendi statin Ísrael. Um allan heimin var forsøgnin, at um størsta og valdsmiklasta tjóðin í arabiska heiminum, Egyptaland, vil hava frið við Ísrael, so er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn hini londini koma aftaná. Nú kemur friðurin. Nú fara bumburnar at steðga. Nú sløknar hatrið. Nú tagnar harmaljóðið. Og grimu dagarnir við kríggi, meiðslaðum kroppum, traumatiseraðum ungdómi, oyðiløgdum familjum og altíð hjástaddari ræðslu eru loksins taldir. Tað gjørdist til frið millum Ísrael og Egyptaland í 1979, sum kostaði Anwar Sadat lívið. Og tað gjørdist fimtan ár seinni, í 1994, til frið við Jordan. Men longri kom stóra sáttargerðin millum Ísrael og muslimsku grannarnar ikki. Tretivu ár eftir friðarfagnaðin seinast í sjeytiárunum er myndin døpur. Valsigurin hjá islamistiska felagsskapinum Hamas í 2006 undirstrikaði, at átrúnaðarliga radikaliseringin og viljin til hernaðarliga konfrontatión við Ísrael er vaksandi á palestinsku gøtuni. Samstundis hava jødiskir ekstremistar vind í politisku seglunum. Og avleiðingin er úrslitaleysar samráðingar og miseydnaðar vápnahvíldir. Stríðið millum ísraelar og palestinar er ikki eitt stríð, har eini parturin kann vinna og hin tapa. Vinnarin verður antin tær kreftir, sum báðumegin ynskja semju og sáttargerð, ella tær kreftir, sum báðumegin halda seg hava gudgivnan rætt til síni sjónarmið, sum ikki kunnu mýkjast ein millimetur. Lagnunnar hjá jødiska fólkinum øðrumegin og palestinska fólkinum hinumegin eru so samanvaksnar, at antin vinna báðir partar við eini friðaravtalu, ella tapa báðir partar við framhaldandi harðskapi. Tí er høpisleyst at vera antin pro palestinskur ella pro ísraelskur. Einasti vegurin fram er at vera pro friður. Og hóast hon ongantíð sløknar, so tykist rødd friðarinnar at vera lágmælt og langt burturi. *** Eftir gjøgnumbrotið millum Egyptaland og Ísrael seinast í sjeytiárunum er ísraelska-arabiska stríðið rullað aftur til fyrstu ártíggjuni eftir 1948, tá spurningurin um sjálvan Ísraels eksistens framvegis var ein stríðsspurningur. Stórveldini Iran og Sýria sponsorera terrorismu ímóti Ísrael sum ongantíð áður. Í Libanon er islamistiski felagsskapurin Hizbollah sterkari enn nakrantíð. Og í fleiri av vesturheimsins allieraðu muslimsku londum verða islamistisku andstøðurnar einans hildnar frá politiska valdinum av autoriterum og harðrendum einræðisstýrum, stuðlað við vápnum og peningi úr vesturheiminum. Úr Pakistan, Afganistan og Saudi Arabia til Jordan, Egyptaland og Marokko. Um frí val vórðu hildin í dag, høvdu hesi stýri verði skift út við sharia-statir og islamiskar republikkir eftir iranskum ayatollah-leisti. Gongdin avdúkar bert, at bláoygda vesturlendska demokrati-verkætlanin í Miðeystri við USA á odda er kollsigld, so tað forslær. Frí val uttan eina politiska mentan, sum hvílir á liberalum frísinni, skrivi- og talufrælsi, fríum fjølmiðlum og minnilutaverju, og har sigursharrarnir koma teymaleysir til statsligu valdstólini, hevur einki við demokrati at gera. Tí demokrati er ikki ein vallóg, men ein fólksligur mentalitetur. Stríðið millum demokrati og diktatur, millum frísinni og trongskygni og millum tann liberala og tann teokratiska statin er stríðsásur nummar eitt í altjóða politikki í dag. Vit eru vitni til eitt globalt mentanarkríggj, sum ikki stendur millum heimsins religiónir ella sivilisatiónir, men ímillum moderatar kreftir, sum finnast í øllum religiónum, yvirfyri víðgongdum kreftum, sum finnast í øllum religiónum. Profetisku slagorðini um tann sivilisatoriska samanstoytin, fyrst og fremst millum islam og kristindómin, gloyma heilt einfalt, at fanatiskar kreftir úr sama tilfari finnast báðumegin borðið. Muslimski heimurin og dagsins útgáva av islamiskari praksis er ljósár aftanfyri vesturheimin og manglar framvegis sína reformatión og upplýsingartíð. Men far og vitja Vatikanið í Róm, bíbliubeltið í Suðurstatunum í USA ella grátimúrin í Jerusalem, og tú skalt sanna, at fíggindarnir hjá tí liberala demokratinum ikki bert finnast í muslimska heiminum. heini_skorini@yahoo.com Sitat: - Muslimski heimurin og dagsins útgáva av islamiskari praksis er ljósár aftanfyri vesturheimin og manglar framvegis sína reformatión og upplýsingartíð. Men far og vitja Vatikanið í Róm, bíbliubeltið í Suðurstatunum í USA ella grátimúrin í Jerusalem, og tú skalt sanna, at fíggindarnir hjá tí liberala demokratinum ikki bert finnast í muslimska heiminum.