Úr donskum forskúla út á bygd

Fyrst í hesum árinum lat ein útibarnagarður upp í Haraldssundi. Ein útibarnagarður, sum hoyrir undir dagstovnin Mylnuhúsið í Klaksvík. Har ganga 20 børn og eitt av teimum er sjey ára gamla Sára, sum er komin úr Keypmannahavn út á bygd í útibarnagarð

Haraldssund:
Ein av gentunum, sum gongur í útibarnagarðinum, er sjey ára gamla Sára. Hon hevur júst fylt sjey og skal í skúla í summar.
Hon og familja hennara flutti til Klaksvíkar at búgva í fjør eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár. Sostatt er Sára komin úr forskúla í einum stórbýi út á bygd at ganga í útibarnagarð. Hon sigur, at henni dámar øgiliga væl, og tað liggur eisini væl fyri hjá henni at tosa føroyskt.
Pápi hennara, Edvard, sigur, at tey fegnast um hendan møguleikan, sum dóttir teirra hevur fingið.
? Hetta er sjálvandi nakað heilt annað, enn tað hon er von við niðrifrá. Hon er farin frá at forskúla í Danmark til at fanga krabbar í Haraldssundi. Men tað er fínt, og hon trívist væl, sigur hann.
Sára og foreldur hennara búgva í Klaksvík, og tey ivaðust í fyrstuni, um tey skuldu taka av tilboðnum í Haraldssundi.
? Hetta var áðrenn vit funnu útav, at bussurin steðgar á vegnum niðri undir húsunum hjá okkum á veg til Haraldssunds. Tí vit hugsaðu bara um, hvussu vit skuldu kunna fáa hana norður til Haraldssund hvønn dag, tá vit ikki hava bil, greiðir hann frá.
Útibarnagarðurin hoyrir sum sagt undir Mylnuhúsið. Bussur fer frá stovninum um hálvgum tíggju tíðina hvønn morgun norður til Haraldssund, og um børnini mugu møta fyrr enn tað, so eru tey í Mylnuhúsinum inntil tá.

Góðar umstøður
Børnini, sum ganga í útibarnagarði í bygdini, mugu sigast at hava sera góðar umstøður. Serliga tá havt verður huga, at útibarnagarðar vanliga ikki hava somu umstøður at húsast í sum vanligir barnagarðir.
Útibarnagarðurin húsast í bygdarhúsinum, og har er gott pláss til børnini at reika runt í, tá veðrið ikki er tilvildar at fara út.
Fyri tað mesta halda tey til uppi á loftinum í húsinum, men har er eisini ein stórur salur, har tey eta matpakkarnar, tá tað ikki viðrar til tess úti.
Og hendan dagin tað er opið hús, er dekkað upp inni í salinum til allar gestirnar, sum so kunnu sessast og fáa ein góðan kaffimunn við onkrum søtum afturvið.
Grækarismessudagur er, og tað sást eisini aftur á tí eini køkuni, sum mamma eitt av børnunum hevur bakað. Hon er pyntað við tveimum tjøldrum, og tað er nakað, sum børnini ganga høgt uppí.

Spæl og gávur
Meðan børnini renna runt og spæla og av og á steðga fyri at fáa sær saft og kaku, stendur streymurin inn av fólki, sum eru komin á vitjan. Fleiri hava gávur við til stovnin, og børnini fegnast um, at tey sleppa at pakka upp. Leikur og bøkur eru í teimum flestu pakkunum. Í onkrum er okkurt spæl, og børnini leggja í vaðið at spæla.
Øll foreldrini eru á einum máli um, at børnini trívast væl í Haraldssundi, og at hetta var eitt avbera gott hugskot at byrja ein útibarnagarð í einari lítlari bygd. Og bygdarfólkið fegnast sum vera man um lívið, sum øll hesi børnini seta í bygdina gjøgnum arbeiðstímarnar á degnum.