Klokkan eitt í dag verður ársins næsta føroyska regatta í Danmark. Talan er um Ishøj Regatta, sum byrjar klokkan 13.00.
Tað verður borgarstjórin í Ishøj, sum setir regattaina í dag, sum er tann 24. í røðini. Sum vant verður umframt kappróður og mat, livandi tónleikur og felagssangur á skránni.
Veðrið er av tí allar fagrasta, so ivaleyst eru tað fleiri, sum fara at vitja stevnuna í Ishøj