Rógvi brendi brotsspark

Rógvi Jacobsen var millum teir bestu spælararnar hjá Hødd, tá teir um vikuskiftið spældu venjingardyst ímóti felagnum Atla. Tíðliga í dystinum fekk Hødd brotsspark, sum Rógvi brendi. Rógvi gjørdi tað gott aftur, tá ið hann so skoraði til 1-0 eina løtu seinni. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og heimasíðan hjá Hødd skrivar, at Rógvi Jacobsen vísti høgt støði í sínum spæli.