Rógvi er íslendskur steypavinnari

Kristi himmalferðardag var finaludystur í lítlu íslendsku steypakappingini ? sonevnda deildarbikarið.
Finalan stóð millum KR og Þróttur, og Rógvi Jacobsen var frá byrjan partur av miðverjuni hjá KR. Og hóast óvanda plássið, so stóð føroyski landsliðsmaðurin seg væl, og spældi hann allar 90 minuttirnar á tamb.
Leingi var líkt til, at Þróttur skuldi vinna. KR var annars á odda 1-0 í steðginum, men við tveimum tøttum málum koppaði dysturin. Tað eydnaðist tó Rógva og teimum at koma aftur í aftur, og eitt korter fyri leiklok javnaði Skúli Jón Friðgeirsson. KR hevði nú greitt yvirtak, og sum skilst, so var tað eisini uppiborið, at teir fingu sigursmálið fimm minuttir fyri leiklok. Hetta málið skeyt Sigmundur Kristijansson, og so kundu Róvi og liðfelagarnir fegnast um fyrsta steypið á árinum.
Deildar-bikarið er fyrra steypakappingin í Íslandi, og verður hon í nógvar mátar nýtt sum eitt slag av upphiting til landskappingina. Um hetta so eisini merkir, at føroyska landsliðsáleyparin nú skal venja seg við leiklut í miðverjuni, verður tó einki sagt um enn.