Rógvi hevur bíðað leingi

Í kvøld fer Rógvi Baldvinsson at spæla á landsliðnum fyri 25. ferð

Tolin trívst, plagar at verða tikið til. Soleiðis man tað kennast hjá miðverjanum Rógva Baldvinsson. Í kvøld verður hann í trímanna verjuketuni, sum í EM undankappingardystinum í Porto fer at hava setningin at royna at temja Ronaldo og hinar portugisisku heimsstjørnurnar.

 

Hetta verður 25. ferðin, at Rógvi Baldvinsson verður á landsliðnum. Hann hevur í næstan fimtan mánaðir bíðað eftir at sleppa upp í part í felagið, sum hevur umboðað Føroyar 25 ferðir, og hann er 42. spælarin, sum røkkur 25 landsdystir.

Seinasta ferðin, at Rógvi Baldvinsson var á landsliðnum, var triðja juni 2016, tá ið Føroyar í vinardysti í Frankfurt taptu 2-0 ímóti Kosovo.

Ímóti Kosovo var Rógvi á vøllinum í 85 minuttir. Fýra ferðir er hann skiftur út og eina ferð er hann skiftur inn. Hinar dystirnar hevur hann verið á vøllinum alla tíðina.

 

27 ára gamli Rógvi Baldvinsson var fyrstu ferð á landsliðnum í 2011, tá ið Føroyar á Svangaskarði taptu 2-0 ímóti Slovenia. Ta ferðina var Rógvi so óheppin at gera sjálvmál til 2-0 beinanvegin eftir steðgin. Teir flestu av teimum 24 landsdystunum higartil spældi hann í tíðarskeiðnum 2011-2013 – fimm í 2011, fýra í 2012 og níggju í 2013.

Rógvi hevur skorað tvey mál á landsliðnum. Hann legði Føroyar framum í HM undankappingardystinum ímóti Svøríki á Tórsvølli tólvta oktober 2012. Svøríki vann 2-1. Og hann minkaði um munin til 3-2, tá ið Føroyar nítjanda november 2013 taptu 3-2 í vinardysti suðuri á Malta.

 

Í vaksnamannafótbólti hevur Rógvi Baldvinsson bara umboðað útlendsk feløg. Hann spælir nú við FK Vidar í Stavangar, sum er í triði bestu norsku deildini.

 

Í kvøld verður Viljormur Davidsen fyri 20. ferð á landsliðnum, og Gunnar Nielsen fer at verja málið fyri 40. ferð.

 

Landsdysturin í Porto í kvøld verður nummar 177 í røðini, síðani Føroyar í 1988 vóru partur av altjóða fótbóltsfelagsskapinum FIFA.