Toppskjúttin á føroyska landsliðnum hevur møguliga spælt sín seinasta landsdyst. Seinast Rógvi Jacobsen var á vøllinum, var 16. mai í ár, tá hann varð skiftur inn í dysti fyri ÍF móti HB, og sum støðan er í løtuni, er ógreitt, um hann kemur aftur á føroysku graslíkisvallirnar yvirhøvur.
- Tí hugsi eg ikki um fótbólt í løtuni. Støðan hevur verið so ógreið so leingi, og tað fyllir ov nógv, um eg skal hugsa um tað alla tíðina, sigur Rógvi Jacobsen, sum fekk skaðan í fótin, tá hann spældi landskappingardyst móti B36 í Fuglafirði 2. mai.
Ein dyggur smeitur fyri ÍF, sum kortini megnaði at spæla seg til altjóða fótbólt.
Kerr sendi Rógva til Írlands
Ein annar, sum hevur saknað Rógva Jacobsen, er Brian Kerr. Landsliðsvenjarin hevur tískil eisini borið so í bandi, at Rógvi Jacobsen slapp undir serkøna hond í Írlandi.
– Har hugdu fimm serfrøðingar upp á meg, umframt at eg eisini var í MR-skannaranum, fyri at fáa staðfest trupulleikan, greiðir Rógvi Jacobsen frá.
Hesir serfrøðingarnir eru, sambært Rógva Jacobsen, bjartskygdir.
– Teir siga, at útlitini hjá mær eru góð, men sum er, er støðan ikki nóg góð, ger Rógvi Jacobsen greitt. Hann hevur fingið eitt yvirlit yvir serligar venjingar, hann skal gera.
– Og nú kann eg spakuliga eisini renna beinar teinar, sigur Rógvi Jacobsen fegin. Áleyparin úr Klaksvík fær kortini ikki runnið til síðurnar og enn minni sparkað nakran bólt.
Trupulleikin hjá Rógva Jacobsen er ein spong í fótinum, sum hovnar hvørja ferð hann rennur, og hetta tarnar honum so mikið nógv, at hann at enda ikki fær runnið.
Vil ikki binda seg
Hóast serfrøðingarnir eru bjartskygdir og tað spakuliga gongur framá hjá Rógva Jacobsen, so ynskir hann ikki at knýta seg at nøkrum felag.
– Sum sagt, so veit eg ikki við vissu, um eg spæli aftur. Tað gongur framá, men tað er so seint og eg veit heldur ikki, um tað verður ordiliga gott aftur yvirhøvur. Tað veit eg ikki fyrr enn um nakrar mánaðir. Tí vil eg ikki binda meg til nakað felag, tí tað kann leggja eitt ávíst tríst á meg, um at koma í gongd, sum aftur kann oyðileggja uppvenjingina, greiðir Rógvi Jacobsen frá.
Samstundis ynskir hann heldur ikki at leggja fót fyri tey feløgini, sum kundu verið áhugað í honum.
– Geri eg ein sáttmála við eitt felag, so kann tað hava við sær, at tey ikki knýta aðrar áleyparar at hópinum, ið ikki er serliga snilt, um støðan hjá mær verður tann sama næsta ár, eins og hon var í ár, sigur Rógvi Jacobsen, sum einans spældi seks dystir fyri ÍF í ár.
Tí hevur toppskjúttin á føroyska landsliðnum onga avtalu við nakað felag í løtuni. Hann hevur kortini ikki slept fótbóltinum heilt í høvdinum, men viðgongur tó, at hann hevur hugsað tankan um, at hann møguliga hevur spælt sín síðsta dyst.
- Men so skundi eg mær at hugsa um okkurt annað, sigur Rógvi Jacobsen, sum fer at brúka veturin til at gera serligar venjingar fyri fótin og annars renna tað, hann kann.