Rógvi passar til spælistílin hjá Hødd IL

Øyvind Andre Haram, tíðindamaður hjá NRK í Tróndheimi hevur fylgt Hødd IL frá barnsbeini av

Øyvind Andre Haram er føddur 16. juni 1976, á vøkru oynni Vigra, sum liggur uttanfyri Sunnmøre-strondina í Miðvestur-Noregi. Á ungum árum sigldi hann við fiskiførum, og eisini saman við føroyingum. Hann hevur verið í Føroyum tvær ferðir. Hann var liðugt útbúgvin á Medieháskúlanum í Kristiansand í 1997, innan útvarpsgreinina, og hevur hann starvast á NRK síðani. Hann og Henning Olstad hava eina sera væl umtókta sending, sum eitur “Her og Nå”, sum hevur 700.000 útvarpslurtarar í snitt. Sendingin hevur vunnið virðisløn sum “Besta beinleiðis sending” í Noregi. Hóast hann í sínum yrki mest hevur fingist við tónleik, trúarlív og vinnu, og tá serliga fiskivinnu, so fylgir hann væl við í fótbólti, og tá serliga Hødd IL.


Fiskivinnuøki

Øyvind metir, at Rógvi Jacobsen kemur at kenna seg heima í Ulsteinvik, har heimavøllurin hjá Hødd IL liggur. Eitt stórt øki av fiskivinnusamfeløgum, sum liggja rundan um øki við Ulsteinvik eru stuðlar hjá Hødd IL, bæði tá um fjepparar og sponsorar ræður. Millum stuðulsøkini, er heimaoyggin hjá Øyvindi, Vigra. Skipasmiðjan í Ulsteinvik er væl kend millum manna – eisini í Føroyum. Vinnulívið hevur skotið væl av peningi í Hødd IL, nú teir hava vunnið upp úr triðjubestu deildini, og upp í næstbestu deildina. Málið er ikki, sum so, at liðið skal flúgva upp í Tippuliguna beinavegin, men at liðið fyrst skal stabilisera seg, og við tíðini vinna seg upp á fremstu rók.


Nógvur vindur

Øyvind, sum kennir karga veðurlagið í Føroyum sigur, at Rógvi Jacobsen kemur at kenna seg heima á Høddvoll, sum er heimavøllurin hjá Hødd. Vøllurin liggur á einari høvd, sum liggur nær sjónum, og er vøllurin tiltikin fyri nógvan vind. “Har kemur Rógvi Jacobsen at kenna seg heima!” sigur Øyvind út frá teimum royndunum hann hevur við føroyska veðurlagnum. Men hann metir, at styrkin hjá Rógva í luftini fer at muna væl hjá Hødd. Teimum tørvar ein leikara, sum er góður fyri nøkur mál inni í feltinum, og er tað ikki uttan grund, at teir hava valt Rógva til endamálið. Áskoðaratalið hjá Hødd liggur um tey 3.000 fólkini, sum er rættuliga gott. Men verður Hødd í ovara endanum, kann talið hugsast at fara upp um tey 5.000. Felagið er kent fyri at framala góðar leikarar. Jan Åge Fjørtoft er millum kendastu dømini. Yngru liðini hjá felagnum hava onkuntíð vunnið Norway Cup, sum er heimsins størsta fótbóltskapping fyri ungdómslið.


Stovnað í 1919

Hødd er 15 ár yngri enn HB og KÍ, sum Rógvi hevur leikt við í Føroyum. Felagið varð stovnað 1. august í 1919. 25 fólk vóru til stovnandi aðalfundin. Felagið kom ikki upp í 1. deild fyrr enn í 1951. Í 1956 byrjaði arbeiðið at byggja núverandi heimavøllin, Høddvoll. Felagið hevði sítt besta tíðarskeið í árunum 1965-1970. Tá felagið fekk nøkur ár í bestu deildini. Síðani hevur felagið ikki gjørt um seg í fremstu røð. Tó megnaði Hødd at koppa risanum, Rosenborg í norsku steypakappingini. Henda summardagin í 2000 minnist Øyvind Haram við gleði: “Tað var størsti dagurin í mínum lívi, sum Hødd-viðhaldsmaður. Eg sat á nálum og lurtaði eftir dystarfrásagnini í útvarpinum. Ein dagur eg aldri komi at gloyma!” Nú vóna Øyvind, og øll hini Hødd-viðhaldsfólkini, at Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir kunnu fremja brøgd fyri felagið í 2008. Leikarnir hjá Hødd byrjaðu venjingina í morgun.