- Hetta er sum at verða sligin í búkin, ein má líka fáa andadráttin aftur, staðfesti ein vónsvikin Rógvi Sørensen hjá H71, aftaná lemjandi 15-29 ósigurin ímóti KÍF í Kollafirði í kvøld.
Hann lovar, at H71 spælararnir fara at taka sær um reiggj, tí tað teir løgdu fyri dagin í Kollafirði kann ikki góðtakast.
Venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson royndi at dempa forvæntningarnar aftaná 14 málssigurin: - Enn havi eg einki heiðursmerki fingið um hálsin, men um eg fái eitt um hálsin, tá skalt tú fáa ein klemm, segði Jakob Jónsson við Trónd Arge, aftaná dystin millum KÍF og H71.
Tað ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Rógva Sørensen og Jakob Jónsson undir greinini.