Samrøða
? Eg hevði góða tíð og gott pláss, so tað var bara at seta bóltin inn, segði Rógvi Jacobsen eftir dystin, tá tað enn einaferð eydnaðist honum at skora ímóti Íslandi.
Tað var Pól Thorsteinsson, sum sendi ein høgan bólt innfyri, og við handaru stong vann Christian Høgni Jacobsen luftbóltin við ein íslendskan verjuleikara. Rógvi Jacobsen tók tvey fet burtur frá sínum verjuleikara og stóð brádliga púra leysur og skuldi bert seta høvdið á bóltin.
Hetta var hansara triðja mál á landsliðnum og tað næsta ímóti íslendingum. Í fyrra dystinum ímóti Íslandi í juni setti hann høvdið á eitt innlegg frá Jákupi á Borg. Eins og hesuferð skoraði Rógvi tá til 1-1.
Ikki nøgdur
Hóast Rógvi er glaður um at skora fyri landsliðið, so er hann als ikki nøgdur við úrslitið.
? Hetta úrslitið er sera keðiligt fyri okkum. Mann verður bara meira og meira vónbrotin fyri hvørja ferð hetta hendir, segði Rógvi Jacobsen, eftir at íslendingar aftur hesuferð hálaðu ein tepran sigur í land.
Rógvi spældi í vinstra borði á miðvøllinum mikukvøldið. Í fyrra umfari var hann ikki serliga sjónligur og gjørdi lítið um seg, men hetta broyttist eftir steðgin, tá hann fór at gera meira um seg og gav íslendingum mikið høvuðbrýggj.
? Vit skaptu sera lítið í fyrra hálvleiki, men eg haldi, at vit spældu nógv betri eftir steðgin. Vit pressaðu teir væl og høvdu fleiri góð álop, segði Rógvi Jacobsen.
Hann var als ikki bilsin av, at íslendingar móti endanum av dystinum tóku seg sera langt aftur á vøllin og høvdu allar sínar menn á egnari hálvu.
? Vit roknaðu við, at teir fóru at taka seg langt aftur á vøllin eftir teirra seinna mál. Teir vóru forskrektir eftir málið hjá okkum og vildu tí bara verja leiðsluna, sigur Rógvi Jacobsen at enda.