Rógvi spældi móti Middlesbrough

Tað gekk væl hjá Rógva Jacobsen, tá hann fekk ein hálvleik móti Premier League-felagnum Middlesbrough

FÓTBÓLTUR

 

Frammanfyri 5000 áskoðarum spældi Rógvi Jacobsen í gjár ein hálvleik móti Premier League-felagnum Middlesbrough. Carlisle United, sum liðið, ið Rógvi venur við, eitur, er í triðbestu ensku deildini og tapti venjingardystin 0-2.

– Teir vóru betri enn vit, eingin ivi um tað. Men vit høvdu nakrar kjansir og áttu eisini eitt brotsspark, sum vit ikki fingu, sigur Rógvi Jacobsen úr telefonini í Onglandi í morgun.

Tá Rógvi Jacobsen kom til Onglands mánadagin var longu greitt, at um hann kom á vøllin, so fekk hann ikki meiri enn ein hálvleik. Tað var partur av avtaluni. Rógvi Jacobsen byrjaði dystin móti Middlesbrough í álopinum, og varð tikin út í steðginum.

– Tað gekk fínasta slag, haldi eg. Eg var nógv við í spælinum og avsluttaði eisini nakrar ferðir. Eg haldi eisini, at hinir lótu bara væl at mínum avriki, sigur Rógvi Jacobsen.

 

Hægri støði

Sterki føroyski áleyparin letur at, at støðið har hann nú roynir seg, er nakað hægri enn í Føroyum.

– Ferðin er ein heilt onnur og tað krevst eisini størri orku av einstøku leikarunum, sigur Rógvi Jacobsen. Hann skal venja við Carlisle United í dag og í morgin, og kemur síðani heimaftur. Rógvi Jacobsen sigur, at Carlisle United hevur víst áhuga fyri honum í longri tíð nú.

– Men enn er ov tíðliga at siga, um nakar sáttmáli spyrst burturúr, sigur hann.

 

Stórur maður

Sunnukvøldið skrivaði almenna heimasíðan hjá Carlisle United um Rógva Jacobsen. Teir vistu millum annað at siga, at Rógvi Jacobsen hevur spælt sum yrkisleikari hjá bæði SønderjyskE og KR í Reykjavík. Teir skriva um landsdystirnar hjá Rógva Jacobsen, málini hann hevur skotið og síðani er ein leinkja til málið, Rógvi Jacobsen gjørdi móti Italia.

Í stuttari viðmerking sigur venjarin Neil McDonald, at Rógvi er ein altjóða leikari, sum hevur skotið nøkur fín mál á høgum støði eisini.

– So hann er avgjørt verdur at hyggja at. Hann er ein stórur maður og nú skulu vit síggja hvat hann kann, og so taka vit tað har frá, sigur altso Neil McDonald, venjari hjá Carlisle United.