Rógvi í stórari kapping

Liðið hjá Rógva Johansen fer fyrst í mai mánaði at luttaka í sera sterkari súkklukapping

Súkkling

Cycling Aarhus Elite skal aftur í ár taka lut í kappingini, CSC Classic, sum er ein hin sterkasta kappingin, sum verður skipað í Danmark.
Vanliga sleppa bert tey allar sterkastu donsku liðini at taka lut í kappingini, men tá felagið hjá Rógva er við til at skipa fyri kappingini, stendur eisini teimum í boði at taka lut.

Millum mótstøðumenninar hjá Rógva í kappingini eru nakrir av sterkastu súkklarunum í heiminum, og millum annað er tour de France stjørnan, Laurent Jalabert, partur av feltinum, so tað er eyðsæð, at vónirnar hjá vágbinginum um at gera tær stórur skreytirnar ikki eru heilt so stórar hesaferð.
Sjálvur tykist Rógvi tó heldur ikki at leggja so nógv í hetta. Hann er júst um at koma fyri seg eftir skaða, og tí hevur hann í fyrstu atløgu bert sett sær fyri at koma heilskapaður ígjøgnum kappingina. Nakað sum í sjálvum sær er trupult, tá koyrt verður við so nógvari ferð, sum í hesi kappingini, har miðalferðin vanliga liggur væl omanfyri 45 km/t.