Rógvi E: Nielsen er 27 ára gamal, ættaður úr Sandavági, men er búsitandi á Eiði. Rógvi er útbúgvin lærari, og hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin til seinasta løgtingsval og hevur eisini tikið sæti á tingi sum varamaður eitt skifti.
Alt bygdaráðið var farið saman í valbólk og vóru samd um hvussu bygdaráðið skuldi skipast.
Bygdaráðið hevur skipað seg soleiðis:
Borgarstjóri: Rógvi Egilstoft
Varaborgarstjóri: Tonny Snogebæk Kruse
Fíggjarnevndin: Rógvi Egilstoft, Tonny Kruse og Annsy Høghamar. Varalimur Tummas Súni Joensen
Tekniska nevnd: Tummas Súni Joensen, Kristian Martin Juul og Tove Samuelsen. Varalimur Fríða Joensen
Trivaðarnevnd: Fríða Joensen, Tove Samuelsen og Tummas Súni Joensen. Varalimur Annsy Høghamar
Almanna- og heilsu nevnd: Tove Samuelsen, Annsy Høghamar og Fríða Joensen. Varalimur Kristian Martin Juul
Vinnu- og havnanevndin: Tonny Kruse, Kristian Martin Juul og Tummas Súni Joensen. Varalimur Tove Samuelsen