Ráharraráðið mælir til semju í stríðnum um makrelin

Ráðharraráðið í Norðurlandaráðnum mælir til, at londini, sum stríðast um makrelin, finna eina semju sum skjótast.

Tað sigur Ráðharraráðið eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt, hvørja støðu, ráðið hevur samtyktina í Norðurlandaráðnum um at norðurlond gera eitt felags átak fyri at loysa makrelmálið.

Ráðharraráðið leggur eisini dent á, at hóast danska stjórnin ikki beinleiðis er uppi í stríðnum, fer hon at gera alt, ið stendur í hennara makt fyri at røkka eini samráðingarloysn.

Ráðharraráðið fegnast eisini um, at ICES leggur dent á arbeiðið at útgreina ferðingarmynstrið og útbreiðsluna hjá makreli og ráðið væntar, at stríðandi partarnir taka hesar upplýsingar tiknir til eftirtektar, tá ið makrelurin skal býtast.