Róin Siggertsson og The Bait á pall í kvøld

Róin Siggertsson, eisini kendur sum roWan, spælir saman við rockbólkinum hjá sær ?THE BAIT? á Børneteateret í Christiania í Keypmannahavn leygardagin 1. maj kl.21. The Bait eru duoin Sune Fey - guitar og kór (DK) og roWan - trummur og lead-sang (FO)

Hesaferð er Lasse Bøgemark (DK) við sum gestatónleikari á bass og kór.

 

Teir báðir hava síðani teir møttust til reality showi ?rockidoler? í 2002 arbeitt saman, og hava nú eitt rætt so stórt úrvæl av rock-material.

 

Róin sigur, at teir fara tó bert at spæla tað nýggjasta tilfarið, kanska royna tad eitt sindur.

Vit eru so vanir við at sita í studio og arbeiða, og tad er jú ikki heilt tað sama sum at standa á palli frammanfyri eini lurtarafjøld, so vit gleða okkum sera nógv, sigur Róin.

 

Um ein vil hoyra og síggja ?THE BAIT? kann farast inn á www.myspace.com/thebaitnet