Ríkidømi í útbúgving og list

Tað er neyðugt við eini politiskari skipan, ið veruliga hevur fatað tað ríkidømið, ið liggur í undirvísing og listarligari menning og veruliga skilir, at listin er fólksins sál, segði tónaskaldið Sunleif Rasmussen millum annað í flaggdagsrøðu síni av røðarapallinum á Vaglinum í Havn.

Altjóða virda føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen slerdi eitt slag fyri dygdargóðu listini í flaggdagsrøðu síni á Vaglinum í Havn. Sambært tónaskaldinum er tann lættasta loysnin er ikki altíð tann besta, og tað er kanska serliga galdandi, tá tað kemur til list. Skjóttvunnar heiðurslønir uttanlands eru at gleðast um, men tær eru stokkutur rómi, um ikki sálin verður løgd í tað áhaldandi, dagliga arbeiði, var boðskapurin hjá Sunleifi Rasmussen.
- Eyðkenni í tíð okkara eru helst, at alt skal ganga skjótt, og tað at fara í dýpdina, verður bæði torført og fremmant. Lættar loysnir verða møguliga tiknar, hetta bæði tá ið tosað verður um politikk, siðsøguliga og listarliga menning, og vit hava helst hug at fjeppast uppi í lættvunnum loysnum og giklandi løtuvinningi og gloyma, at skal nakað dygdargott og haldgott spyrjast burtúr, er eingin vegur uttanum  góðan skúla og fordjúpilsi.
- Tað er sera týdningarmikið at vit ikki missa fótafesti og bert definerað okkara dygd og samleika í mun til tað, ið er uttanum okkum, men eisini verja og virðismeta tað, ið kemur innanífrá, segði Sunleif Rasmussen í røðu síni.
 
Brúka tað sunna forvitnið
Flaggdagsrøðarin heitti á føroyingar um ikki at isolera seg frá umheiminum, men heldur ikki svølgja øllum, sum kemur uttanifrá.
- Skulu vit standa okkum ímóti tí ráki, ið kemur inn á okkum uttanífrá, eitt nú ígjøgnum sjónvarpsgluggan, er alneyðugt við dygdargóðum skúla á øllum økjum.
Eitt væl útbúgvið fólk hevur røttu amboðini, til at skilja tann fløkta veruleika, ið vit ferðast í. Ikki so at skilja, at vit skulu isolera okkum frá umheiminum, meira at vit gerast før fyri at taka tað besta til okkum ígjøgnum eitt sunt forvitni, ið altíð hevur eyðkent okkum føroyingar, segði Sunleif, sum eisini nýtti høvi til at geva landsins politikarum eitt lítið herðaklapp fyri politikkin á listarliga økinum hesa síðstu tíðina.
- Vit hava sæð, at góður vilji og eldsálir kunnu flyta fjøll, men "av mánalýsið kemur eingin gróður". Tí er neyðugt við politiskari skipan, ið veruliga hevur fatað tað ríkidømi, ið liggur í undirvísing og listarligari menning og veruliga skilir, at listin er fólksins sál. Skal listini verða lív lagað, er neyðugt við øðrum og meira, enn føgrum orðum. Tað er tí frøðast um, at tá ið batar verða gjørdir á listarliga økinum, er tað, so at siga, eitt samt Løgting, ið stendur aftanfyri.
 - Við at geva listafólki okkara góð kor at virka undir, ber hetta, í fyrsta lagið, við sær, at okkara heimliga umhvørvi gerst ríkari, og í øðrum lagið, fer hetta at bera okkum á listarligum veingjum langt út um landoddarnar.
- Vit hava nú í eina tíð verið í sonnum sigursrúsið yvir vunnar heiðurslønir og kappingar uttanlanda, og tað er bert at gleðast yvir. Merkið hevur verið vundið húnarhátt- og av røttum. Tó skulu vit leggja okkum í geyma, at hetta er stokkutur rómi, um ikki sálin verður løgd í tað áhaldandi, dagliga arbeiði. Gloymast má ikki, at tað er her, lunnar verða lagdir undir framtíðar avrik, fólki og flaggi at gagni, minti Sunleif Rasmussen av røðarapallinum á Vaglinum flaggdagin, ið varð hildin í góðum veðri í sama hátíðardámi sum Havnar Hornorkestur altíð leggur lunnar undir flaggdagin.