Úr Kina til Føroya at síggja alivinnu

Í gjár fekk Heilsufrøðiliga Starvsstovan boð frá donsku sendistovuna í Beijing um, at kinesiskir myndugleikar hava áhuga at koma til Føroya.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at vit síðst í mai fingu góðkent heilsuváttanina ið skal brúkast, tá fiskur og fiskavørur verða útflutt til Kina.??

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað, kinesisku myndugleikarnir vilja síggja í Føroyum, er alivinnan.??

Men hetta er ein sera stutt vitjan.

Kinesararnir koma til Føroya leygarkvøldið 16. Juni og fara longu avstað aftur seinnapartin mánadagin 18. juni.

Tilsamans verða sjey fólk í kinesiska ferðalagnum og Heilsufrøðiliga Starvstovan er í løtuni í ferð við at fyrireika vitjanina.

Ætlanin er bæði at hava fund á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og at vísa kinesisku sendinevndini kanningarstovurnar.

Men ætlanin er eisini at kinesararnir skulu síggja eitt alibrúk og eitt kryvjivirki.??