Ríkisútvarpið gleddist um gávuna

Tá Gissur Patursson í gjár um ellivu tíðina kom út til íslendska Ríkisútvarpið, at handa tað nógv ummrøddu fløgutaskuna, við einum savni av føroyskum fløguúm, var ikki hissini av móttøku. - Øll, ið starvast í plátusavninum vóru møtt upp við stjóranum Bjarna Guðmundssyni á odda, og hugnalig var løtan. Har varð borðreitt við kaffi og onkrum góðum afturvið, greiðir Gissur frá.

 

Hann sigur, at tey vóru sera glað fyri gávuna, ið hann vegna føroysku Gramex-deildina hevur tikið stig til at lata íslendskum útvarpi, og sum EIK og Expert hava stuðlað.

 

Gissur viðgongur, at hann faktiskt varð tikin á bóli av móttøkuni, og hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum.

 

Gissur og útvarpstjórin hildu hvør sína røðu. Útvarpsstjórin bar fram í røðu síni eitt ynski um, at eisini føroyskt útvarp skuldi fáa eitt tílíkt kuffert. Í hesum sambandi fekk Gissur handaðar íslendskar fløgur at hava heim við sær til Kringvarpið. Gissur, ið sjálvur hevur verið útvarpsvertur í nógv ár, tók sjálvandi gleðiliga ímóti.

 

Handanin av fløgutaskuni varð send beinleiðis í útvarpinum, eisini tók sjónvarpið upp frá tiltakinum at senda í tíðindasendingini í gjárkvøldið.

 

Her varð eisini høvið hjá Gissi at gera eitt sindur av marknaðarføring fyri stóra AME tiltakið, ið var í NASA í gjárkvøldið.

 

Áðrenn Gissur fór víðari avtalaðu tey, at hann mánamorgunin skal koma og hjálpa teimum við at bólka føroyska tónleikin.

 

Í Íslandi hevur verið eitt sindur frammi um fløgutaskuna, t.d. skrivaði Morgunblaðið um tað fríggjadagin.