Hilmar Simonsen
Tá ið eg havi tosa við fólk um lestrarlív o.a., so er meiri enn so hent, at tað onkuntíð er komið inn á politik eisini. Tá ið prátið er komið inn á føroyskt fullveldi, havi eg fest meg við, at fólk úr nógvum ymiskum londum, sum t.d. amerikanarar, svejtsar, russar, og skotar hava ilt við at skilja, hví Føroyar vilja ríva seg leysar úr ríkisfelagsskapinum við Danmark.
Einastu fólkasløg eg havi uppliva hava ?forstáilsi? fyri tí føroysku sjálvstýrisstrembanini eru norðmenn og íslendarar. Eg kann ikki lata verða við, at spyrja meg sjálvan, hví júst bert hesir, okkara nærmastu ?stóru? grannar, halda tað verða skilagott, at Føroyar taka sjálvstýri! Hetta kann verða vert at grunda eitt sindur yvir.
Argumentir fyri at slíta seg leysan úr ríkisfelagsskapinum
Fyri at vera heilt erligur, so meini eg ikki, at eg enn havi hoyrt eitt einasta gott argument fyri at vit eiga at taka sjálvstýri. Tað sum hevur verið at hoyrt frá loysingarrørsluni í Føroyum er sovorið nakað sum, at vit í Føroyum koma ikki at taka ábyrgd fyrr enn vit hava tikið fult sjálvstýrið. Hetta haldi eg, av nógvum ymsum orsøkum, vera heilt ótrúligt. Fyri tað fyrsta, so finnast tað myriadur av londum í heiminum, sum hava fullveldi, men sum ikki eru fyrimyndarlig upp á nakran máta; lat okkum harnæst taka aktuella termin ?frælsið er ábyrgd? sum tó ivaleyst er rætt, men sum eg meini er fullkomiliga villleiðandi í okkara høpi. Í Føroyum hava vit nettup so nógv frælsi sum er, í øllum førum frá danskari síðu, at vit reint faktiskt ikki síggja skóðina fyri berum trøðum!
Tað er harmiligt, at vit ikki duga at differentiera ímillum tað at verða ein koloni, og so tað at vera partur av einum ríkisfelagsskapi. Jamen ikki ?á jøvnum føti? sigur onkur; tað meini eg eisini er skeivt, men er bert ein spurningur um pengar, og so leingi sum vit eru heft peningarliga at øðrum, so vilja vit verða meira ella minni undirbrotlig yvir fyri teimum, fullkomiliga óansæð um vit hava fullveldið ella ei.
Og einki er meiri mannminkandi enn júst tað, at vilja taka fullveldið upp á rokningina hjá øðrum. Hetta kann fáa meg at skammast við at verða føroyingur.
Gera ríkisfelagsskapin til ein trupuleika
Tað at gera ríkisfelagsskapin til ein trupuleika er eisini ein lívsstílur. Men í mínari verð er tað ógrundað. Vit hava hin vegin eitt hav av møguleikum í ríkisfelagsskapinum, bæði tá tað snýr seg um útbúgvingarmøguleikar, møguleikar fyri at arbeiða uttanlanda, møguleika fyri at kenna okkum sum part av eini størri heild, og møguleikar at ferðast og fjøltátta okkara samleika í einum nógv størri høpi enn vit fara at kunna eftir at hava redusera okkara landafrøðiliga og mentunarliga grundarlag til bert at umfata hesar 1400 km2 á 62?N. Eg vil tó ikki útiloka, at eg kundi verið loysingarmaður høvdu vit verið í ríkisfelagsskapi við okkurt annað minni sivilisera land, men líka mikið hvussu ein vendur og snarar tingunum, so er ríkisfelagsskapurin við Danmark bert ein trupuleiki um ein vil gera tað til ein trupuleika. Vit eru ikki kúga, danir eru eitt tað mest fyrikomandi, pragmatiska og reella fólkaslag ein kann hugsa sær.
Tjóðskaparynski byggir á eina falska illusión
Nógv halda, at tá ið Føroyar verða fullveldisland, tá fer Føroyar at fáa størri profil úteftir. Tað er t.d. meiri sannlíkt at hildnir verða stórpolitiskir fundir í Føroyum, Føroyar sum sjálvstøðug tjóð upp í ST osfr. Tílíkt sum nógv halda fer at seta Føroyar á heimskorti.
Álvaratos, eg haldi at hetta verða ov grunt. Hví er tað fyri tað fyrsta so týdningarmikið at profilera Føroyar úteftir sum verandi nakað størri enn Føroyar í veruleikanum er. Hvat er hetta fyri ein trongd alt ov nógvir føroyingar hava, at vilja blíva váttaður av øðrum. Eru vit nakað, so vilja onnur heilt avgjørt eisini leggja merki til tað fyrr ella seinni. Hetta óansæð fullveldi ella ei. Einki er meiri irriterandi enn reyphøvd sum í veruleikanum ikki hava nakað at hava tað í, og tað burdu vit roynt at umgingist.
Tað er eisini ein fyrimunur fyri okkum í altjóða høpi bæði at kunna profilera okkum sum føroyingar og/ella danir. Fólk sum koma av Hawaii-oyggjunum hava eisini fyrimunir av, at vera bæði hawaii-búgvar og samstundis amerikanarar. Tað er betri at hava ov nógvar møguleikar enn at hava ov fáar.
Um Føroyar blívur eitt oljuland, so standa vit nógv sterkari í okkara núverandi ríkisrættarligu støðu enn um vit velja at skilja okkum úr flokkinum og valla eina. At tey stóru rovdjórini fylgja gongdini, og liggja framvið at taka kjansin tá hann møguliga býðst er einki at ivast í. Vit fara ongantíð heldur at hava skuggan av møguleika við 47.000 íbúgvum at byggja upp tað ekspertisu sum skal til fyri at reka eitt nýmótans samfelag; ei heldur at byggja upp tað neyðugu ekspertisu á tí jarðfrøðiliga økinum sum skal til í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu.
Men ein ríkisfelagsskapur við eitt so væl fyriskipa og framkomi land sum Danmark, og sum vit hava so nógv søgulig bond og felags virðir við, er og verður tað besta at at halda okkum til, nú sannlíkt er, at vit fara inn í eina oljutíð.
Gera okkum leys av stuðuli
Hava vit veruligan stoltleika, so eiga vit at gera okkum so leys sum møguligt av donskum stuðuli. Men um hetta skuldi eydnast, so áttu vit framvegis at verði verandi í ríkisfelagsskapinum, og tá hevði termurin ?á jøvnum føti? óiva fingið meiri innihald.
Men í mínari verð hevur ríkisfelagsskapurin nógv fleiri virðir enn bert tað peningaliga. Felagsskaparkensla og sympati eru elementir sum viga tungt á mínari vágskál í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Vónandi ikki ov seint
Tað er longu nú nógv at rætta upp uppá, fyri at bera í bøturflaka fyri tað grums og grugg sum er íbirt gjøgnum hetta seinasta valskeið. Men vónandi vil ríkisfelagsskapurin kunna varveitast, og takka verið tí yvir 600 ára longu felags søgu vit hava við danir, so er hesin felagsskapur vónandi ikki varandi meintur hóast førda politikk landsstýrisins verandi valskeið. Danir dáma fjøltáttan, og vilja tey soleiðis helst hava Føroyar verandi í ríkinum tí tað eysæð ger ríki okkara meiri fjøltátta bæði mentunarliga, landafrøðiliga, lívfrøðiliga, osfr. Okkara lítla kæra land hevur ei heldur allar hugsandi variatiónir at bjóða upp á, og tí er tað avgjørt eisini ein fyrimunur fyri okkum at verða partur av einum størri ríki. Lat okkum ikki loyva undirlutakenslum framat, men heldur virka fyri varðveitan, menning og rættan upp á skeivleikar av okkara núverandi ríkisrættarligu støðu.