Atli Hansen
Valevni hjá Sambandsflokkinum
Um ríkisfelagsskapurin skal geva okkum tey úrslit, vit ynskja, mugu vit halda hann viðlíka. Eisini her er samstarv vegurin fram ? eitt samstarv og samskifti við hinar flokkarnar á fólkatingi. Hetta hava undanfarin umboð fyri Sambandsflokkin víst í verki.
Aðrir flokkar senda umboð í fólkatingi fyri at forkoma ríkisfelagsskapinum uttan nakran tanka fyri, hvar okkara fólk so skal søkja sær ókeypis útbúgving, fáa sjúkraviðgerð ella bara sum ríkisborgari festa búgv og fáa sær arbeiði á jøvnum føti við danir.
Sambandsfólk kenna týdningin av einum vælvirkandi ríkisfelagsskapi og standa tí saman um aftur á hesum vali at senda álítandi umboð á fólkating.
Men hetta krevur, at vit fara á val ? og tað mannsterk - og seta krossin við Sambandsflokkin.
Gott val fyri einum ríkum felagsskapi.