- Føroyar skulu ikki úr ríkisfelagsskapinum.
Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, púra greitt á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
Javnaðarflokkurin ásannar, at sum fáment tjóð hava Føroyar tørv á at vera partur av størri felagsskapum.
- Tann nærmasti av hesum er ríkisfelagsskapurin. Tað eru so mong søgulig, mentanarlig, persónlig, vinnulig og politisk bond, sum knýta Føroyar og Danmark saman, at felagsskapurin við Danmark hvørki kann ella skal uppsigast.
Kortini ásannar hann, at karmurin um felagsskapin, altso heimastýrislógin frá 1948, er ikki longur hóskandi.
- Tí tekur Javnaðarflokkurin undir við at seta eina føroyska stjórnarskipan í gildi, sum ásetur nakrar grundreglur um samstarvið millum Føroya og Danmarkar.
Ein grundregla verður, at vit skulu virða tær stjórnarrættarligu skipanir, sum eru galdandi - tað er ríkisfelagsskapin, sum vit kenna hann í praksis.
- Men valdið í Føroyum er hjá Føroya fólki, og er meiriluti fyri tí, tí kunnu vit eisini seta tær stjórnarrættarligu skipanirnar úr gildi.
Í galdandi skipan umsitur Danmark nøkur týðandi málsøki okkara vegna, men vit kunnu, so hvørt tørvur er á tí, og orka er til tað, taka við málsræðinum og fíggjarligu skyldunum.
- Vit kunnu eisini lata millumtjóða felagsskapum heimildir, sum nú eru hjá føroyskum myndugleikum, um tað er meirilutans ynski.
Aksel V. Johannesen sigur, at næst eftir ríkisfelagsskapin kemur norðurlendska samstarvið og tað vil Javnaðarflokkurin styrkja hetta samstarv.
- Vit taka fult undir við, at tær forðingar, sum landamørk hava við sær í norðurlondum, í mest møguligan mun verða tiknar burtur.
- Norðurlond eru á flestu økjum skipað sambært sosialdemokratiskum grundreglum. Skal tað eydnast at varðveita og styrkja hetta, krevst samstarv millum norðurlendsku javnaðarflokkarnar.
Men javnaðarflokkurin hugsar eisini um samstarvið við ES.
- Tað er ein sannroynd, at heimurin er broyttur síðani Føroyar gjørdu av at standa uttanfyri EF, tá Danmark gjørdist limur í 1973.
- Millum tey 27 limalondini eru trý norðurlond, Danmark, Svøríki og Finnland, men bæði Noreg og Ísland eru partur av innara marknaðinum.
Hinvegin er Áland limur og Grønland hevur eina skipan, sum gevur atgongd til nógvar skipanir í ES.
- Føroyar keypa næstan alt úr ES og nógv størsti partur av útflutninginum fer eisini til ES - og tey londini, vit kappast við, eru øll, so ella so, partur av samveldinum.
- Vit hava í mong ár roynt at fáa somu skipan sum Noreg og Ísland, men tað sær ikki út til at bera til.
- Føroyar standa tí sera uttarlaga, og stórir partar av vinnulívinum siga, at støðan er avmarkandi og ótrygg. Eitt nú eru føroyingar givnir at innflyta frystan fisk til virkingar av tí, at ES-tollurin hevur við sær, at hetta ikki loysir seg.
- Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við ES-limaskapi, men vit mugu kjakast opið um, hvussu vit kunnu fáa eitt tættari samstarv við ES, so okkara vinnulív fær frælsi at virka og møguleika at vaksa.
- At nýggjar siglingarleiðir, sum fara fram við Føroyum lata seg upp nú ísurin við norðpólin bráðnar, gevur okkum nýggjar møguleikar.
- Hetta, og økta virksemið í Arktis sum heild - skal bæði gagnnýtast til tess at menna føroyska vinnu og førleikar, og til at fáa í lag økt samstarv millum Føroyar og lond, sigur Aksel V. Johannesen.