Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður 9. og 10. juni. Í ár er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður vertur fyri fundinum og í hesum sambandi koma Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, og frú Sólrun, og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður Grønlands og frú Aviaaja til Føroyar.
Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar hósmorgunin. Síðani verður farið á útferð til Mykinesar. Í Mykinesi verður Sørvágs kommuna vertur fyri ábiti. Um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða á Gjáargarði.
Ríkisfundurin verður fríggjamorgunin í Tinganesi. Á skránni fyri ríkisfundin er m.a. føroyski evropapolitikkurin, felags virkisætlan fyri Arktis og Fíggjareftirlitið.
Undir ríkisfundinum verður eisini árligi fundurin í Samstarvsnevndini millum Løgmansskrivstovuna og danska forsætismálaráðið.
Í samband við Ríkisfundin verður tíðindafundur fríggjadagin 10. juni kl. 12 á Løgmansskrivstovuni.
Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara avstað aftur fríggjadagin 10. juni.