Ríkisfundur í Havn hesa vikuna

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður hósdagin og fríggjadagin og í ár er tað Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, sum er vertur Í hesum sambandi koma Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar og frú Sólrun og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður Grønlands og frú Aviaaja til Føroyar, sigur Løgmansskrivstovan í kvøld.

Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar hósmorgunin. Síðani verður farið á útferð til Mykinesar. Í Mykinesi verður Sørvágs kommuna vertur fyri ábiti. Um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða á Gjáargarði.

Ríkisfundurin verður fríggjamorgunin í Tinganesi. Á skránni fyri ríkisfundin er m.a. føroyski Evropapolitikkurin, felags virkisætlan fyri Arktis og Fíggjareftirlitið.

Undir ríkisfundinum verður eisini árligi fundurin í Samstarvsnevndini millum Løgmansskrivstovuna og danska forsætismálaráðið.

Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara avstað aftur fríggjadagin.

Myndin er frá ríkisfundinum í 2009.