Hann dregur aftur á luftina í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Atvoldin er, at danska stjórnin hevur sett danskar lógir í gildi fyri Føroyar beint ímóti einari løgtingssamtykt. Síðsta orðið er ikki sagt.
Tað var forsætismálaráðið, sum álegði ríkisumboðnum at seta nýggjar lógir fyri hervaldið í Føroyum í gildi, hóast løgtingið einmælt samtykti 21. november 2001, at hernaðarligu revsilógirnar skuldu takast av og ongar setast í staðin.
Í løtuni viðger løgtingið eitt uppskot til ríkislógartilmæli frá Javnaðarflokkinum um at taka lógirnar av aftur. Og í vikuni, sum fór, sendi løgmálaráðið eitt hvassorðað mótmæli til ríkisumboðið í Føroyum. Tað vil siga til donsku stjórnina.
Í brævinum, sum Høgni Hoydal hevur skrivað undir, verður staðfest, at ríkismyndugleikarnir hava brotið vanligar siðvenjur í hesum máli. Sagt verður, at framferðin hjá donsku stjórnini »er ikki í samsvari við fatanina hjá løgmálaráðnum í Føroyum av rættarstøðu føroyinga«, og at »løgmálaráðharrin metir málið sera álvarsligt«.
Brot á siðvenju
Víst verður til grein 7 í heimastýrislógini, sum sigur, at ríkismyndugleikarnir skulu leggja ríkislógir, sum viðvíkja føroyskum viðurskiftum, fyri heimastýrismyndugleikarnir til álitis, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Tað hevur eisini verið vanlig mannagongd higartil.
At løgting og landsstýri eisini hava hildið hesa mannagongd vera ófrávíkiliga sæst eisini av grein 47 í stýrisskipanarlógini, sum ásetir, at áheitan um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg bert kann vera gjørt við ríkislógartilmæli, sum skulu hava tríggjar viðgerðir á Føroya løgtingi.
? Tann siðvenja, ið er íkomin, og sum er staðfest í grein 47 í stýrisskipanarlógini, er tí at meta sum galdandi rættur. Tí verður staðfest, at ríkismyndugleikarnir hava brotið vanligar fyrisitingarligar grundreglur í hesum sambandi, skrivar Høgni Hoydal, landsstýrismaður til donsku stjórnina.
Demokratiskt eindømi
Men málið er sambært landsstýrismanninum meira álvarsligt enn eitt fyrisitingarligt brot. Málið er reist av Høgna Hoydal sjálvum, og løgtingið samtykti einmælt hansara tilmæli um, at hernaðarligu revsilógirnar skuldu takast av og onki setast í staðin.
? Tí hava ríkismyndugleikarnir í hesum føri ikki bert brotið galdandi siðvenju og rætt við at lýsa lógir og kunngerðir fyri Føroyar. Í hesum føri er gingið beint ímóti einari einmæltari løgtingssamtykt í einum máli, sum føroyskir myndugleikar sjálvir hava reist, skrivar Høgni Hoydal.
Fólkaræðisliga er málið helst eindømi í nýggjari søgu føroyinga, heldur Høgni Hoydal, og hann heitir í brævinum á ríkismyndugleikarnar um beinanvegin at rætta skeivu framferðina og at seta nevndu ríkislógirnar úr gildi, soleiðis at málið kann fáa eina rætta viðgerð.
Noktar at gjalda
Sambært galdandi skipan fyri kunngerð av ríkislógum, verða ríkislógir settar í gildi fyri Føroyar kunngjørdar í Kunngerðarblaðnum B, sum landsstýrið gevur út og rindar fyri. Tað er eisini hent í hesum føri. Ríkisumboðið hevur sent Kunngerðarblaðnum lógirnar til kunngerðar uttan at spyrja landsstýri og løgting eftir. Men Høgni Hoydal hevur givið sínari umsiting um ikki at rinda rokningina.
? Ein fyritreyt fyri, at landsstýrið rindar fyri kunngerð av ríkislóggávu í Føroyum, er, at galdandi rættur í slíkum málum verður fylgdur. Sagt verður frá, at landsstýrið ikki ætlar at gjalda fyri útgávuna av Kunngerðarblaðnum B, hefti 5, 2003, har ið nevnda ríkislóggáva er kunngjørd, skrivar Høgni Hoydal.