Dan R. Petersen, løgtingsmaður, hevur dittað sær í bløðunum at vísa á, teir stóru fyrimunir vit føroyingar hava av at fáa læknaliga serhjálp, fyrst og fremst á Ríkissjúkrahúsinum, og aðrastaðni við í Danmark, har serkunnleikin nú einaferð er at finna, tá okkara egni læknaførleiki ikki røkkur. Og hetta hevur fingið Oddvør Johansen at taka til orðanna. Dan og Oddvør eru annars púra samd um, at Ríkissjúkrahúsið eigur lívið í mongum føroyingi, men so røkkur semjan ikki longur. Oddvør fer at tosa um skitnu vápnini, sum andstøðan nýtir ?sum dømi um sambandsins herligheitir?, sum hon so spotskliga tekur til - og greiðir frá einum persónligum dømi, tá hon var stødd á Ríkissjúkrahúsinum við einum av hennara nærmastu. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, hendi kortini einki. Tá tey fóru at ótolnast, var svarið frá yvirsjúkrasystrini, at bíðað var eftir pengum úr Føroyum. Og hetta svar leggur Oddvør út, sum um vit gjalda fullan kostnað fyri ta viðgerð, sum okkum føroyingum verður veitt á Ríkissjúkrahúsinum. Jú, hetta er ein partur av sannleikanum, men ikki allur sannleikin.
Allir føroyingar vita, at heildarveitingin úr Danmark er árliga um 1300 mill. kr. Og av hesum fara umleið 30 mill. aftur til Ríkissjúkrahúsið, t.v.s. at danir fáa 2,3% aftur av ríkisveitingni, sum sjúklingagjald fyri teir umleið 1000 sjúklingarnar úr Føroyum, sum, tíverri, mugu ta longu leið til Danmarkar at fáa serviðgerð, og er onki løgið í hesum, uttan tað, at fleiri føroyingar við landsstýrisfólkunum á odda, (og nú eisini Oddvør Johansen!) ganga og trútta niður í okkum, at vit gjalda fullan prís fyri hesa viðgerð - jú, gaman í, vit fáa 1300 mill. sum ískoyti til at reka okkara samfelag fyri, og av hesum gjalda vit umleið 30 mill. aftur til Danmarkar fyri serlæknaviðgerð har - so einfalt er tað! Hetta er onki meiri enn rímiligt gjald (við donskum kr.!) fyri serviðgerð á einum av bestu sjúkrahúsum her á okkara leiðum - og sama gjaldsskipan, mótvegis Ríkissjúkrahúsinum, er galdandi fyri donsku amtini.
Fyri betur at lýsa sjúkrahúsgjaldið til Danmarkar, so kunnu vit bert kaga aftur í gomlu afturberingarskipanina (refusiónina) úr Danmark. Um vit t.d. taka triðseinasta árið, tann skipanin var í gildi millum Føroyar og Danmarkar, so sóu tølini soleiðis út av inntøkum sjúkrahúsanna í 1985:
a.. Ríksins partur 97.890,- mill. kr. = 54,9%
b.. Landskassans partur 80.508, - mill. kr. = 45,1%
Hesi tøl vísa greitt, hvør bar bróðurpartin av samlaðu sjúkrahúsútreiðslunum tá, meðan tað er straks torførari í dag at finna út av, hvør hevur goldið hvat, tí síðani 1988 er allur danskur stuðul endaður í stórapotti, t.v.s. í blokkinum. Og syrgiligt er at ásanna, at føroyskir politikkarar, sum, tíverri, mugu vit siga í dag, fingu fullan ræðisrætt yvir donsku heildarveitingini, hava gjarað út til alt annað , enn tað, sum hon upprunaliga var ætlað til, nevniliga, sjúkrahúsverkið, almannaverkið og skúlaverkið, og hygg, hvussu støðan er innan hesi verk í dag, t.d. sjúkrabilarnir!!
Gjaldast skuldi frammanundan skurðviðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Oddvør, annars kundi onki gerast - peningur var sjálvandi tøkur! Men formella flytingin av pengunum úr Føroyum var ikki í lagi, og tað er ein heilt annar spurningur, sum hevur okkurt við vánaliga og inneffektiva føroyska landsumsiting at gera. Tí pengarnir vóru vissuliga komnir úr Danmark til Føroyar, men tað gekk verri at fáa bert ein evarska lítlan brotpart suður aftur haðani, teir vóru komnir frá upprunaliga, nevniliga úr Keypmannahavn - og tí vóru tað fimm langir dagar at bíða í 1995 fyri tykkara viðkomandi har niðri.
Eisini skoytir Oddvør so hissini uppí, at tá ið á stendur, so kunnu vit sjálvsagt eisini fara aðrastaðir enn til Danmarkar at søkja okkum heilsubót - sjálvandi kunnu vit tað. Men hesin spurningurin er als ikki so einfaldur, sum hon vil gera hann til. Í eini álvarsligari sjúkrastøðu, sum altíð er ein torfør støða at vera í, bæði hjá sjúklingi og teirra avvarandi, har er einki at taka seg aftur í, at vit føroyingar hava alstórar fyrimunir málsliga, har hava flestu okkara vinir og kenningar o.s.fr., tá farið verðurtil Danmarkar, heldur enn til onnur lond - og ta støðuna átti ein rithøvundur at duga at sett seg inn í.
Og at danir eru so ónøgdir við sjúkrahúsverkið, sum Oddvør vil vera við, tað var so dyggiliga mótprógvað í almannakunngjørdari heilsuverkskanning frá ?Sosialforskningsinstituttet? fyri fáum mánaðum síðani. Men, sum ikki einaferð, tað ræður um at vera við í nationala fagnaðarkórinum, sum sær reytt, bert talan er um danskt og Danmark!
Jú, sanniliga, tað er onki skeivt at siga: Enn hava vit møguleikan at koma á Ríkissjúkrahúsið!
Johan Samuelsen