Avtalan, sum Danmark hevur gjørt, fevnir eisini um Grønland og Føroyar. Tað hevur við sær, at føroyskir rækjuútflytarar hava betri møguleikar at selja rækjur á heimsmarknaðinum. Hetta letur hurðar upp, sum áður bara hava staðið á glopp. Tó eru ikki bara fyrimunir við hesi avtaluni.
Rækjuskipini fegnast
Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskip, er sjálvandi fegin um avtaluna, tí hetta økir um keypiorkuna av rækjum og økir samstundis um sølumøguleikarnar.
Jákup Egholm Hansen sigur, at Føroyar hava stórar avmarkingar á ES-marknaðinum, og tí er tað ein fyrimunur, at marknaðurin veksur.
Sølan av rækjum til Kina er áður farin soleiðis fram, at rækjurnar eru seldar til Kina uttan toll, men so hava kinesisku keypararnir tikið sær av at gjalda tollin. Nú tá tollurin minkar munandi, so verða møguleikarnir at selja til Kina betraðir.
Jákup Egholm Hansen sigur, at sølan til Kina hevur verið í bylgjum. Onkuntíð hevur verið nógv selt og minni aðrar tíðir. Avtalan kann hava við sær, at tann nøgdin, sum verður seld til Kina, gerst meira støðug.
Føroyar kunnu bara útflyta 2000 tons av rækjum til ES-marknaðin, áðrenn tollur verður lagdur á, og hetta avmarkar menningina í rækjuídnaðinum í Føroyum.
- Sum nú er hava vit stórar avmarkingar á ES-marknaðinum, og henda nýggja avtalan kann økja um møguleikarnar hjá rækjuskipunum at sleppa av við rækjurnar fyri ein góðan prís, sigur Jákup Egholm Hansen.
Ísland hevur ígjøgnum EBS-avtaluna fingið næstan fría atgongd til ES-marknaðin, meðan Føroyar enn hava eitt loft á innflutninginum.
Ein avtala er fingin í lag millum Føroyar og ES um laks, men ein avtala um rækjur liggur enn á láni. Fundur verður væntandi í heyst millum Føroyar og ES um rækjuloftið.
Jákup Egholm Hansen heldur eina av orsøkunum til, at ein avtala er fingin í lag er, at Kina fegið vil sleppa uppí WTO, heimshandilsfelagsskapin.
Ein av treytunum er, at tollurin á ávísum vørum skal minka. Kinesisku myndugleikarnir hava síðani kannað, hvør tollur verður lagdur á teirra vørur og hava gingið við til at lækka rækjutollin.
Ringt at spáa
Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, heldur tað verða nakað tíðliga at meta um, hvørja ávirkan henda avtala fer at hava, tí hon hevur bara verið galdandi síðan 1. september í ár.
Tískil hevur eingin kollvelting verið enn, men hann metir, at hon kann økja munandi um nøgdina, sum seld verður til Kina. Enn hevur Fiskasølan tó ikki selt nakað til Kina, síðan avtalan kom í gildi.
Hans Jóhannes á Brúgv sigur, at vanliga hava rækjur bara verið seldar til Kina um heystið og um veturin, men nú er møguleiki fyri, at hesin handil kann vera alt árið.
Ein fyrimunur liggur eisini í, at ein partur av rækjunum, sum annars høvdu verið sendar á evropeiska marknaðin, nú fara eystureftir ístaðin. Hetta kann minka um trýstið á evropeiska marknaðin, og prísuin verður støðugari. Her verður serliga hugsað um grønlendsku veiðuna.
Kinesarar keypa mest tær smáu rækjurnar, sum tey føroysku skipini fáa heilt fitt av. Hetta økir um sølumøguleikarnar hjá føroysku skipunum, av tí at ein stórur partur av veiðuni er smáar rækjur.
Hans Jóhannes á Brúgv leggur tó dent á, at tað er sera torført at meta um, hvørjar broytingar fara at standast av nýggju avtaluni.
Fiskasølan umboðar í løtuni 70 prosent av føroyska útflutninginum av rækjum.
Torførari hjá rækjuvirkinum
Einasta rækjuvirkið í landinum er tað á Oyri, men virkið fær ongan beinleiðis fyrimun av avtaluni. Øll teirra framleiðsla fer til evropeiska marknaðin, harav helvtin til England, men einki fer til Kina.
Hinvegin merkir hetta, at rækjuvirkið fær størri kapping um rávøruna frá kinesiskum keyparum. Útboðið á føroyska marknaðinum kann tískil minka.
Sofus Poulsen, stjóri á rækjuvirkinum, heldur tó ikki, at talan er um ein beinleiðis vansa, men hann ásannar samstundis, at størri kapping verður um tær størru ídnaðarrækjurnar, sum virkið mest keypir frá føroyskum bátum.